21 ára gamal maður fyri nevningating 2. september ákærdur fyri neyðtøkur

21 ára gamal maður fyri nevningating 2. september ákærdur fyri neyðtøkur
Nevningating er, tá kravið hjá ákæruvaldinum er minst fýra ára treytaleys fongsulsrevsing
Nevningating byrjar í Føroya rætti 2. september í málinum, har ein 21 ára gamal maður er ákærdur fyri fleiri neyðtøkur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.08.2024 - 09:11

Ein 21 ára gamal maður er nú ákærdur fyri neyðtøkur.

Hann skal í nevningating í Føroya rætti mánadagin 2. september. Allir dagar í teirri vikuni eru settir av til nevningatingið.

Nevningating er, tá kravið hjá ákæruvaldinum er minst fýra ára treytaleys fongsulsrevsing.

 

Tikin í oktober í fjør

Í síðstu viku avgjørdi Føroya rættur, at maðurin skal vera fýra vikur aftrat í varðhaldinum. 

Maðurin var tikin í oktober í fjør og hevur verið í varðhaldi síðani.

Maðurin er ákærdur fyri fleiri neyðtøkur, hvussu nógvar, vil ákæruvaldið ikki siga enn.

Heldur ikki, nær ella hvar, neyðtøkurnar skulu vera framdar.

Maðurin noktar seg sekan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117