- Tíðindi, mentan og ítróttur
94 fleiri nýggir bilar í apríl í ár
94 fleiri nýggir bilar í apríl í ár
Talan er fyrst og fremst um persónbilar

Í apríl vóru skrásettir 313 nýggir bilar, sum eru 94 fleiri enn sama mánað í fjør.
Mynd: Bárður Lydersen
02.05.2025 - 10:52
Nú er gongd komin á bilasøluna aftur.
Í apríl vóru skrásettir 313 nýggir bilar, sum eru 94 fleiri enn í apríl í fjør, tá teir vóru 219.
Talan er fyrst og fremst um persónbilar.
Teir eru ávikavist 267 og 181.
Brúkt akfør, sum vóru skrásett í apríl, vóru 26.
Tey vóru 19 í apríl í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV