Rektarin á Glasi: Glað fyri at frágreiðing staðfestir feilir

Rektarin á Glasi: Glað fyri at frágreiðing staðfestir feilir
Niðurstøðan í frágreiðingini hjá Christiani Andreasen, sakførara, staðfestir, at Barna- og úbúgvingarmálaráðið gjørdi feilir, tá ráðið ógildaði uppsøgn á Glasir
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.08.2024 - 14:45

Barna- og útbúgvingarmálaráðið gjørdi feilir, tá ráðið ógildaði uppsøgnina av Elsu Mariu Holm Olsen, útbúgvinarstjóra á Glasi. 

Tað staðfestir frágreiðing, ið Christian Andreasen, sakførari, hevur gjørt um málið. 

Elsa Maria Holm Olsen varð søgd úr starvi orsaka av bygnaðarbroytingum, men hon kærdi uppsøgnina.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið gav henni viðhald og ógildaði avgerðina hjá rektaranum. 

Una Joensen vildi ikki góðtaka niðurstøðuna hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og vísti stórt sæð øllum tí faktuella grundarlagnum undir avgerðini hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum aftur.

 

Rektarin hevði rætt

Frágreiðingin hjá Christiani Andreasen, sakførara, staðfestir, at Una Joensen hevði rætt í sínum atfinningum móti ógildingini.

Sakførarin mælir kortini til, at avgerðin hjá Barna- og útbúgingarmálaráðnum, um at ógilda uppsøgnina av Elsu Mariu Holm Olsen, verður standandi. 

Tað hevur Barna- og útbúgvingarráðið eisini boðað rektaranum á Glasi frá í telduposti, har ráðið eisini viðgongur, at umsitingarligir feilir eru gjørdir í málinum.  

Rekatarin á Glasi fegnast um, at frágreiðin hjá Christiani Andreasen, sakførara, vísir at Barna- og úbúgvingarmálaráðið gjørdi feilir, tá tey ógildaðu uppsøgnina av Elsu Mariu Holm Olsen, útbúgvingarstjóra. 

 

Innslag_Una_Joensen_

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878