Eitt fólk latið lív, tá endaveggur á hotelli í Týsklandi rapaði

Eitt fólk latið lív, tá endaveggur á hotelli í Týsklandi rapaði
- Átta fólk eru framvegis undir húsaleivdunum, summi hava álvarsligar løstir, upplýsir týska løgreglan í tíðindaskrivi, sambært blaðnum Bild.
Eitt fólk hevur latið lív, og enn liggja fólk undir húsaleivdunum, eftir at ein veggur á einum gistingarhúsi í Kröv í Týsklandi rapaði
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
07.08.2024 - 09:56

Eitt fólk lat lív, tá endaveggurin á einum hotelli í týska býnum Kröv rapaði. 

Býurin liggur í landspartinum Rheinland-Pfalz, sum liggur tætt við markið við Luksemborg.

- Átta fólk eru framvegis undir húsaleivdunum, summi hava álvarsligar løstir, upplýsir týska løgreglan í tíðindaskrivi, sambært blaðnum Bild.

 

Vandi fyri, at allur bygningurin rapar

Politiið hevur áður upplýst, at tilbúgvingin á staðnum hevur verið í samband við seks av fólkunum, sum ikki eru bjargað enn.

Sjónvarpsrásin SWR sigur, at tað ikki hevur eydnast sløkkiliðnum at sleppa í bygningin, tí stórur vandi er fyri, at allur bygningurin rapar.

Fólk í bygningum í økinum eru eisini burturflutt, tí vandi er fyri, at hesir bygningar eisini rapa, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497