Konjunkturbarometrið: Svartskygd tilfeingisvinna - Bjartskygdir brúkarar

Konjunkturbarometrið: Svartskygd tilfeingisvinna - Bjartskygdir brúkarar
Føroyska konjunkturbarometrið fall fjórða ársfjórðing á rað og er nú minus fimm. Tað er serliga tilfeingisvinnan, sum hálar treystitalið niður, sigur Birita Mortansdóttir
Mynd: Savnsmynd  
 
05.08.2024 - 16:25

Tað er Hagstova Føroya, sum hevur ábyrgdina av konjunkturbarometrinum, ella treystitalinum, sum tað eisini eitur.

Konjunkturbarometrið er samansett av fimm ymiskum lutum, brúkarunum, tilfeingisvinnuni, tænastuvinnuni, handilsvinnuni og byggivinnuni, har brúkaraparturin stendur fyri 20 prosentum og vinnuligi parturin fyri 80 prosentum.

Langtíðarmiðal fyri konjunkturbarometrið liggur á 16, so tá talið fyri junimánað í ár endar á minus fimm, so liggur tað rættiliga langt undir miðal.

Tað er serliga tilfeingisvinnan, sum ikki hevur so stórt álit á tí, sum liggur fyri framman, sigur Birita Mortansdóttir, hagfrøðingur í Hagstovuni. 

 

Sær bjartari út fyri brúkararnar

Hóast vinnan ikki sær so bjart upp á framtíðina, so er tað ikki sama støða hjá brúkarunum. Hóast sveiggið ikki er so stórt, so síggja brúkararnir eitt sindur bjartari upp á tað sum liggur fyri framman, enn teir gjørdu fyri einum hálvum ári síðan, sigur Birita Mortansdóttir.

Og tað at brúkararnir síggja bjartari upp á framtíðina sæst eisini aftur í hvussu handilsvinnan sær upp á framtíðina. Tí tað talið er eisini positivt.

Samanlagt er støðan tó tann, at konjunkturbarometrið peikar niðureftir, og tað hevur tað gjørt síðan januarmánað í fjør.


 

Konjukturbarometrid_

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008