Fiskiskapur: Streymurin er harður, men batnar, sum vikan gongur

Fiskiskapur: Streymurin er harður, men batnar, sum vikan gongur
Partrolarar, ið fiska upsa og annan hvítfisk, hava brúkiligan fiskiskap, skrivar Fiskamarknaður Føroya 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.08.2024 - 09:25

Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og eitt er á veg heim undan Grønlandi. 

Skipini fáa tosk, longu og brosmu. 

Seks frystilínuskip liggja við bryggju, og tað gera bæði ísfiskalínuskipini eisini.

Streymurin er harður, men batnar, sum vikan gongur. 

 

Ikki nógvur útróður

Veðrið verður skiftandi, so Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður nú í vikuni.

Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, ein fiskar kongafisk og ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. 

Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.

 

Brúkiligt upsafiskarí

Um partrolarar verður sagt, at trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. 

Upsafiskaríið er brúkiligt. 

Tvey pør fiska gulllaks. 

 

Trolbátar eisini úti

Ein trolbátur er norðanfyri. Hann fiskar mest tosk og hýsu og nakað av flatfiski. 

Tveir trolbátar eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Tey hava smáligt fiskarí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561