OL 2024: Sverri endaði sum nummar átta samanlagt

OL 2024: Sverri endaði sum nummar átta samanlagt
Fyrrapartin róði Sverri Sandberg Nielsen B-finaluna við OL í París, og tað gjørdist ein sera spennandi róður, har Sverri fekk somu tíð sum vinnarin, men endaði á øðrum plássi
Sverri Sandberg Nielsen og rumenin Mihai Chiruta fara samstundis um mállinjuna
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
03.08.2024 - 11:20

Teir tiltiknu marginalarnir vóru ikki við Sverra Sandberg Nielsen, tá hann fyrrapartin róði B-finaluna í einaskullara við OL. 

Tað bleiv ein sera spennandi og javnur róður, har Sverri Sandberg Nielsen og rumenin Mihai Chiruta fóru um mállinjuna samstundis og fingu skásett somu tíð, 6:44.83. 

Men tá samanum kom, so varð rumenin skrivaður fyrsta plássið. 

Harvið er OL-ævintýrið hjá Sverra Sandberg Nielsen, sum til tíðir hevur verið ein marrudreymur, serliga í Tokyo, av.

Sverri segði við Kringvarpið, at hann neyvan hevur mót upp á eitt OL afturat um fýra ár í Los Angeles.


Sverri Sandberg Nielsen var eisini nøgdur við avrikið í dag, og yvirhøvur hevur hann róð so væl, sum hann í løtuni megnar, við OL (Mynd: Ritzau / Scanpix)

 

Sverri róði nóg skjótt til OL-bronsu

Týski Oliver Zeidler, ið Sverri Sandberg Nielsen í nógv ár kappaðist við um rógvitrónina, vann sannførandi OL-gull, tá hann vant burtur úr hinum rógvarunum. 

Zeidler, ið ikki eingong kom í OL-finaluna í Tokyo í 2021, var trý sekund fremstur, tá hann kom á mál. 

Tað harmiliga er, at tíðin hjá Sverra Sandberg Nielsen í hálvfinaluni, 6:43.95, hevði vunnið honum eitt OL-bronsu í dag. Hollendski Simon van Drop, ið vann OL-bronsu, kom nevniliga á mál við tíðini 6:44.72. 

>>Sí úrslitini av øllum rógvifinalunum í einskullara við monnum

Tað kundi verið eitt tekin til Sverra Sandberg Nielsen um, at hann er langt frá liðugur sum eliturógvari. 


Mynd: Ritzau / Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 19. februar
Skratsj 19. februar 2025
188017
Mikudag 19. februar
RagnarRokk. Chris Harms um 1980
188003
Mikudag 19. februar
Góðan morgun Føroyar
187986
Mikudag 19. februar
Morgunlestur mikudagur 19.februar 2025
186672
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825