70 fráboðanir um koronu farnu vikuna

70 fráboðanir um koronu farnu vikuna
Í síðstu viku heitti Heilsustýrið á fólk um at boða frá, um tey høvdu staðfest koronu við eini heimatest, og bara farnu vikuna eru 70 fráboðarnir komnar inn
 
01.08.2024 - 14:55

Heilsustýrið hevur farnu vikuna fingið 70 fráboðanir um koronu.

Tað boðar Heilsustýrið frá í tíðindaskrivi.

Í síðstu viku heitti Heilsustýrið á fólk um at boða frá, um tey høvdu staðfest koronu við eini heimatest.

Grundgevingin fyri at koma við hesi áheitan var, at smittutølini frá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum ikki vístu nakra smittu við koronu, samstundis sum ógvuliga nógv fólk søgdu seg vera sjúk við koronu. Heilsustýrið vildi tí hava eina hóming av, um hald var í hesum.

Í tíðindaskrivinum seinnapartin sigur Heilsustýrið, at nýggju tølini skulu sjálvsagt takast við stórum fyrivarni. 

- Talið á innkomnum fráboðanum sigur einki um veruligu smittustøðuna í Føroyum í løtuni, men tað gevur ábendingar um eitt ávíst smittutrýst, skrivar Heilsustýrið, sum tí heitir á fólk um at boða stýrinum frá, um tey hava staðfest koronusmittu við eini heimatest.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050