Atli Gregersen: Vesturheimurin má ganga undan fyri at minka um CO2-útlátið

Atli Gregersen: Vesturheimurin má ganga undan fyri at minka um CO2-útlátið
Hiddenfjord hevur tikið Føroya størstu sólorkulund í nýtslu, sum er enn ein liður í at minka CO2-útlátið hjá fyritøkuni
Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord
Mynd: Savnsmynd  
 
23.07.2024 - 14:43

Fyri nøkrum árum síðani gavst Hiddenfjord at flyta laks við flogfari fyri at gera framleiðsluna hjá fyritøkuni grønari. 

Seinnu árini hevur fyritøkan eisini lagt seg eftir at brúka framleiðslubygningarnar til at útvinna streym úr sólorku. 

Hiddenfjord hevur snøgt sagt tikið Føroya størstu sólorkulund í nýtslu, tí felagið hevur lagt sólpanelir á tekjurnar á tveimum bygningum á smoltstøðini á Fútakletti, á landstøðini hjá Hiddenfjord á havnalagnum í Miðvági, og eftir summarfrítíðina verður farið undir at seta upp næsta sólorkuverkið á smoltstøðini á Fútakletti. 

Við hesum annlegginum fer samlaði framleiðslumátturin úr sólorku hjá Hiddenfjord uppum 1 MW. Tá framleiðir felagið orku svarandi til 140 húsarhald.

Atli Gregersen, stjóri, staðfestir, at tað er umráðandi, at vit í Vesturheiminum taka ábyrgd og ganga undan fyri at minka um CO2-útlátið. Fyrst og fremst tí, at tað eru vit í Vesturheiminum, ið standa fyri størsta útlátinum, men eisini tí, at vit hava ráð at gera nakað við útlátið. 

1687193

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859