- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ummæli: G! fann sítt altjóða flog aftur
G! hevði í ár funnið aftur á slóðina eftir eitt tónlistarliga heldur lakari ár í fjør, tá tað vóru tey føroysku høvuðsnøvnini, ið bóru festivalin.
Høgni Lisberg var settur at standa fyri at velja tónleikin, og tað sást alt fyri eitt á skránni, ið hevði eitt sera høgt altjóða flog við nøkrum sterkum útlendskum høvuðsnøvnum.
Serliga norski bólkurin Highasakite skaraði burturúr við størsta show'inum, ið vit nakrantíð hava sæð á Sandinum á G!
Har var eldur, gott ljós og ljóð, og framførslan var eitt fet upp frá annars framúrskarandi framførsluni, ið bólkurin hevði á Summarfestivalinum í 2016.
Framførslan hjá Highasakite setti eitt nýtt støði fyri, hvat vit kunnu vænta okkum á Sandinum í framtíðini, tí tað fall í góða jørð hjá áhoyrarunum, at so nógv bleiv gjørt burturúr.
Eisini heimskendi íslendski bólkurin Of Monsters And Men hugtók festivalgestirnar við sínum deiliga fólkapoppi og -rokki leygarkvøldið. Í mun til konsertina hjá Highasakite, so var her talan um eina meira hugfarsliga konsert, har áhoyrararnir sluppu at uppliva ein bólk av hægstu altjóða tónleikaligu hill.
Serliga hittið "Little Talks" fekk tann fullsetta Sandin at kóka. Yvirhøvur var ein sterkur feelgood-stemningurin yvir allari konsertini.
Og so var tað hann sjálvur sýriski brúdleypssangarin, Omar Souleyman, ið nokk stóð fyri ársins G!-løtu. Nær kanst tú annars uppliva nakað so forkunnigt og sjáldsamt í Føroyum sum sýriskan brúdleypstónleik samantvinnaðan við elektroniska dansitónleik uttan í Syðrugøtu um hálvan juli á hvørjum ári?
Svarið er ongantíð, og tað er við til at gera G! til nakað serligt. Tað var eyðsæð, at konsertin fall í góða jørð á serliga ungu áhoyrarunum, ið vóru ordiliga við upp á Omar Souleyman.
Føroyingarnir duga eisini
Hóast G! í ár hevði altjóða nøvn, ið megnaðu at geva festivalinum tað altjóða flogið, sum í ávísan mun manglaði í fjør, so staðfestu føroysku nøvnini aftur í ár, at tey duga sítt kramm.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Einangran legði fyri hósdagin. Góða uppmøtingin til konsertina á Sandinum staðfesti, at føroyingar longu hava tikið føroyska superbólkin við Leu Kampmann og Heiðriki á Heygum til sín.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Knút Háberg Eysturstein hevði eina sera góða og væl ljómandi konsert á Sandinum klokkan 18 fríggjadagin, sum onkursvegna kom inn undir húðina á tær og bleiv hangandi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Sjáldan hava ting gingið so væl hond í hond sum Sandurin, aldudunið og tónleikurin á nýggjastu útgávuni hjá Knúti, "Hjartasláttur".
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Eivør kom heim á G! eftir eina longri konsertferð kring í Evropa í sambandi við sína nýggju plátu "Enn", har hon millum annað hevur spælt á bæði Copenhell og Hellfest.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Tað hoyrdist, tí Eivør og knasandi dugnaligi bólkur hennara vóru í toppformi og høvdu eina av bestu konsertunum á G!
Teitur feiraði leygarkvøldið, at hann nú aftur eigur øll rættindini til sína debutplátu, hin meistarliga "Poetry and Aeroplanes", við at spæla plátuna úr enda í annan.
Tað hevur hann gjørt áður á G!, men tað var enn einaferð fantastiska lekkurt at lata seg sveipa inn í tónleikin av hesi legendarisku útgávu, sum í síni tíð skilmarkaði, at føroyskur tónleikur tók eitt avgerandi fet út á altjóða tónleikapallin. Tíverri var ljóðið eitt sindur svikaligt til júst hesa konsertina, sum skalaði upplivingina eitt vet.
Fjósið gandaði
Nakað, ið beinanvegin stóð klárt, var, at skráin í Fjósinum var krúthamrandi sterk í ár. Eins greitt var tað beinanvegin, at tað nokk fór at vera trupult hjá øllum, ið høvdu hug at hoyra føroysk nøvn sum Silvurdrongin, Elinborg, Jógvan og fleiri av hinum í Fjósinum, at sleppa inn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Í grundini stóð ofta fleiri fólk uttan fyri Fjósið, enn tað vóru innanfyri. "Tað er ætlanin, at tað skal vera soleiðis. Eksklusivt," staðfesti Høgni Lisberg, G!-tónleikastjóri, tá hann sjálvur stóð uttan fyri Fjósið til útgávukonsertina við Silvurdrongi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Jú, tað er alt væl skilt, men tað hevði nokk verið snøggari, um antin Silvurdrongur, Jógvan, Ragnar Finsson ella Elinborg spældu á Spæliplássinum, so øll, ið høvdu hug, kundu hoyra tey framføra. Ónøgdin við ikki at sleppa til hesar konsertirnar var hampiliga stór millum fólk.
Tá tað er sagt, so gandaði Fjósið veruliga. Tað gevur eitt heilt serligt huglag at standa mitt í ramliga rákanum frá kóstinum, meðan lurtað verður eftir inniligum, altjóða poppi og rokki, ið ofta roynir at flyta tónlistarligu mørkini eitt sindur.
Serliga konsertin við nýggja bólkinum hjá Filipi Mortensen, Alias Morera, har hann er væl stuðlaður av sera dugnaligu donsku Sarah Christensen, ið eisini er kend undir navninum Lleoh, gjørdi inntrykk.
Tað eru nøkur ár síðani, at Filip Mortensen hevur gjørt ordiliga vart við seg. Men alt, ið maðurin nakrantíð hevur rørt við tónlistarliga, hevur verið gott. The Story Ends, The Ghost, Lover Lover og so framvegis.
Í fjósinum leygardagin staðfestu Filip og Sarah, at nýggi bólkurin kann blíva okkurt sera spennandi, um tey dríva á. Saman við nøkrum av okkara bestu ungu tónleikarum, so gjørdist konsertin ein hin besta løtan hjá mær á G! 2024.
G! er ein buffet
Konsertin við Alias Morera var júst ein sovorðin løta, ið ger G! serstakt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
G!-festivalurin er skítfullur í smáum krókum við tiltøkum, ið til samans skapa heilt serliga huglagið, sum bara kann upplivast í Syðrugøtu í tríggjar dagar einaferð um árið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
G! er eisini bara ein góð løta saman við góðum vinfólkum í einum øltjaldi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
G! er eisini tónleikur av alskyns slagi úr øllum heimsins heraðshornum, og tær eru so nógvar í tali, at tað er ógjørligt at náa allar. Tað er eisini nakað, ið eyðkennir ein góðan festival. Tú mást velja.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
G! er eisini bara rein ungdómsgleði og gott samanhald.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Tað er samvera á sandinum, áðrenn øll leypa á sjógv.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Ein ordiligur festivalur er ein buffet av tónleiki, tiltøkum, stemningum og inntrykkum, har tað er meira enn tú í roynd og veru klárar at rúma. Soleiðis er G!
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Og so er G! er kærleiki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Ein trúðarjáttan
"Hatta var ein trúðarjáttan, ið tú bar fram um G! í sendingini Summarmorgni í útvarpinum," argaði borgarstjórin í Runavík, hin navnframi Tórbjørn Jacobsen, tá vit báðir hittust til konsertina hjá Enekk á Spæliplássinum hósdagin, sum eisini var fyrsta konsertin á ársins G!-festvalinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Jú, tað má eg viðganga, at G!-festivalurin hevur eitt heilt serligt pláss í mínum hjarta av tí einfaldu orsøk, at festivalurin er settur í verðina fyri at borðreiða dygdargóðan og fjøltáttaðan tónleik fyri okkum føroyingum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Fyri meg er G! eitt slag av árligari tónleikaligari-samfelagsstevna, har alt gongur upp í eina hægri eind.
Størsta hjartasuffið, ið eg havi eftir G! festivalin í ár, er, at tað letur til, at tey ungu ikki tíma at tjalda meira. Tjaldingarøkið var øgiliga berligt í ár. Tað var ikki tí, at tað ikki vóru nógv ung fólk á festivalinum, tí tað vóru tað. Spurningurin er bara, hví tey ikki tjalda?
Eitt livandi tjaldingarøki er ein týðandi partur av einum tónleikafestivali, og mín vón skal vera, at G!-fyriskipararnir seta alt inn fyri at fáa tjaldingarøkið upp á tað støðið, ið tað var á, áðrenn koronafarsóttin herjaði. Júst hvat skal til, dugi eg ikki at siga, men einaferð lá tjaldingarøkið við Gøtugjógv, og einaferð vóru fleiri tjaldingarlegur, ið syrgdu fyri, at tað var gott lív í økinum, eitt nú Camp Skopunhagen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Annars haldi eg, at gittarúrmælingurin og útvarpsverturin í sendingini "Vikuskiftið", Leivur Thomsen, sum spældi á G! við legendariska bólkinum Plúmm, rakti seymin rættiliga væl á høvdið við sínari lýsing av G!-festivalinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Á sínum Facebook-vanga skrivar Leivur Thomsen:
"Vegna Plúmm skal eg takka fyri, at vit vórðu bodnir at spæla á ársins G!. Festivalurin er so nógv tann besti í Føroyum. Hví? Jú tí tónleikurin hevur týdning hjá teimum, ið skipa fyri. Og hann er sera fjølbroyttur og rúmligur. G! grunnurin, sum er grundarlagið undir festivalinum, verður ikki rikin á vinnuligum grundarlagi men hevur til endamáls at styrkja um tónleikalívið í kommununi. Harafturat er tað ein fragd at síggja, at øll bygdin stendur saman um tiltakið."
G!-festivalurin verður aftur 17. til 19. juli 2025. Um lív og heilsa vilja tað, so síggjast vit.