Rektarin: BUMR breyt týðandi fyrisitingarreglur og gjørdi fleiri feilir

Rektarin: BUMR breyt týðandi fyrisitingarreglur og gjørdi fleiri feilir
Una Joensen, rektari á Glasi, heitir staðiliga á aðalráðið um at taka ógildingina av uppsøgnini av undirvísingarstjóranum til viðgerðar av nýggjum
Una Joensen er rektari á Glasi.
 
18.07.2024 - 09:46

Tá Barna- og útbúgvingarmálaráðið, BUMR, tók avgerð i kærumálinum hjá Elsu Mariu Holm Olsen um avgerðina hjá Glasi at siga hana úr starvi orsakað av bygnaðarbroytingum, og ógildaði uppsøgnina,  gjørdi ráðið fleiri týðandi brot á grundleggjandi fyrisitingarligar reglur og mannagongdir.

Reglur og mannagongdir, sum hava til endamáls at tryggja, at ein myndugleiki viðger eitt mál á fult upplýstum grundarlagi, soleiðis at avgerðin kann vera røtt.

Harumframt eru fleiri faktuellir feilir, sum liggja til grund fyri avgerðini.

Tað skrivar rektarin á Glasi, Una Joensen, í viðmerkingum sínum til avgerðina, dagfestar 14. juli og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

 

Elsa Maria Holm Olsen var søgd upp sum undirvísingarstjóri á Glasi, tí bygnaðarbroytingar skuldu gerast. 

 

Ilt við at góðkenna avgerðina

Av tí at Una Joensen heldur seg hava lítla orsøk til at halda, at tikna avgerðin er røtt, hevur hon sera trupult við at góðkenna hana.

Hon heitir tí staðiliga á Barna- og útbúgvingarrmálaráðið um at taka málið til nýggja viðgerð.

BUMR hevur sagt, at tað gekk ikki rætt fyri seg, tá Elsa Maria Holm Olsen bleiv uppsøgd sum útbúgvingarstjóri á Glasi.

- Á fundi við BUMR 8.juli 2024 segði eg, at eg fór at taka avgerðina til eftirtektar, skrivar Una Joensen.

 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt fleiri faktuellar feilir, sigur rektarin á Glasi. 

 

Heitir á BUMR um at viðgera málið av nýggjum

- Men eftir at hava gjøgnumgingið málsviðgerðina og avgerina gjølla saman við advokati mínum, havi eg tó í fyrstu syftu avgjørt at heita á BUMR um at taka kæruna frá Elsu Mariu Olsen og avgerðina frá 1. juli 2024 upp til nýggja viðgerð, skrivar Una Joensen millum annað í viðmerkingum sínum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Avgerðin hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum er annars endalig og kann ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. oktober
Vikuskiftið 18. okt. 2024
182282
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 18. oktober 2024
182272
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur mikudagur 16. oktober 2024
182269
Fríggjadag 18. oktober
Breddin: Suðuroyartunnilin og amerikanska valið
182264
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur hósdagur 17. oktober 2024
182254
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. oktober
Kom á val 01
182263
Fríggjadag 18. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182249
Fríggjadag 18. oktober
Veðrið
182278
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120