Makrelur úr norskum sjógvi undantikin

Makrelur úr norskum sjógvi undantikin
Kunngerðin um landing í Føroyum verður nú broytt
Ein treyt í avtaluni um makrel ger, at makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, kann vera landaður aðrastaðni enn í Føroyum.i
 
11.07.2024 - 06:10

Kunngerðin um landing í Føroyum verður nú broyt, so makrelur, sum føroysk fiskifør fiska í norskum sjógvi í ár, er 
undantikin kravinum um landing og avreiðing um bryggjukant í Føroyum.

Tað er neyðugt, tí í avtaluni við Noreg um makrel ein treyt, at allur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag. 

Hendan treytin ger, at makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, kann vera landaður aðrastaðni enn í Føroyum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Í kunngerðini um landing í Føroyum eru ávís fiskasløg undantikin kravinum um at vera landað í Føroyum. 

Nú kemur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, aftrat teimum.

Uppskotið um hesa broyting í kunngerðini um landing í Føroyum er til ummælis 16. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944