Gekk ikki rætt fyri seg, tá útbúgvingarstjórin var søgd upp

Gekk ikki rætt fyri seg, tá útbúgvingarstjórin var søgd upp
Elsa Maria Holm Olsen átti at fingið ætlanarskriv um uppsøgn, tá bygnaðarbroytingarnar vóru liðugt viðgjørdar, sigur aðalstjórin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum
Ætlanarskrivið um uppsøgn bleiv í veruleikanum sent til Elsu Mariu Holm Olsen tríggjar dagar undan telefonsamrøðuni millum rektara og aðalstjóra. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.07.2024 - 13:08

Tað gekk ikki rætt fyri seg, tá Elsa Maria Holm Olsen bleiv uppsøgd sum útbúgvingarstjóri á Glasi, og tí hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið ógildað uppsøgnina.

Aðalráðið gjørdist partur av málinum, tá ið advokaturin hjá Elsu Maria Holm Olsen kærdi uppsøgnina til aðalráðið.

Poul Geert Hansen er aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Elsa Maria Holm Olsen átti at fingið ætlanarskriv um uppsøgn eftir at málið um bygnaðarbroytingar var liðugt viðgjørt, tí uppsøgnin er grundað á bygnaðarbroytingarnar. 

Tað sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og undirvísingarmálaráðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09072024_Glasir_og_Poul_Geert

  

Avgerðin hjá Barna- og undirvísingarmálaráðnum er endalig og kann ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878