Jógvan Sundstein er deyður

Jógvan Sundstein er deyður
Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður Føroya, andaðist í heiminum í Holbæk í Danmark í dag. Hann gjørdist 91 ára gamal
 
08.07.2024 - 20:19

Jógvan Sundstein var løgmaður í Føroyum árini 1989 til 1991. Fyrst í samgongu ímillum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga fólkaflokkin. Men hendan samgongan helt bara frá 18. januar 1989 til 22. juni í 1989. Síðani skipaði Jógvan Sundstein, sum formaður í Fólkaflokkinum og løgmaður, nýggja landsstýrissamgongu ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin. Hendan samgongan sat frá 22. juni 1989 til 15. januar í 1991.

Eftir valið í 1991 tók Javnaðarflokkurin við landsins leiðslu og Atli P. Dam gjørdist løgmaður. Tá gjørdist Jógvan Sundstein landsstýrismaður í fíggjarmálum í tvíflokkasamgonguni millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Hendan samgongan sat við valdið frá 15. januar í 1991 til 24. apríl í 1993. Tað var meðan hendan samgongan sat, at boðini komu um, at Sjóvinnubankanum tørvaði pening, og tað vóru Jógvan Sundstein og Atli Dam, sum noyddust tungu leiðina til Danmarkar at fáa at vita, at Føroyar meira ella minni vóru settar undir umsiting.

Jógvan Sundstein var løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin frá 1970 til 1994. Hann var eisini løgtingsformaður eitt valskeið frá 1980 til 1984.

Privat var Jógvan Sundstein fíggjarmaður. Hann arbeiddi í banka frá 1949 til 1952, síðani grannskoðari frá 1953 til 1963. Hann tók bachelor í búskaparfrøði í 1962 og bleiv statsgóðkendur grannskoðari í 1962. Jógvan Sundstein hevði leingi egna grannskoðarafyritøku í Havn.

Jógvan Sundstein giftist Lydiu Marstein úr Klaksvík í 1956 og tey fingu børnini Hans Paula, Ruth og Eivind.

Ellisárini hava Jógvan og Lydia búð í einari íbúð í Holbæk.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878