- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt á KVF Ljóð: Vindagið verður gloppað í summar
Vindagið er nýggj útvarpssendirøð í summarskránni. Tíggju ymisk fólk eru í Vindagnum, sum verður í tíggju partum. Fyrsta sending er mikudagin 26. juni klokkan 17.05 og síðani hvønn mikudag í summar.
Konseptið er í grundini einfalt, sigur Rúni Jákupsson, sum er redaktørur á Vindagnum.
"Vit hava heitt á fólk, ið hava nakrar áhugaverdar tankar, upplivingar ella hugleiðingar at bera hesar fram. Brotini verða skilmarkað við tónleiki, ið vertirnir velja. Sostatt er eisini lagt upp til, at sendingarnar kunnu vera øgiliga ymiskar, alt eftir hvør verturin er", sigur hann.
Andras Sólstein, Bjørghild Djurhuus og Eydna Skaale eru vertir í Vindagnum. Mynd: Bárður Lydersen
Svensk sending gav íblástur
Kanska tú kennir Sommar í svensku rásini P1, sum hevur verið send á Sveriges Radio síðani 1959. Og júst Sommer í P1 er íblásturin til hesa sendingina. Framvegis telist svenska sendingin millum best umtóktu sendingar í Svøríki, og fyri mong er hon ímyndin av summarinum.
"Sjálvur havi eg lurtað nógv eftir bæði Sommar og eisini Vinter á P1, ið er komin aftrat seinni. Tær hava givið mær nakrar ógvuliga minniligar lurtaraløtur. Havi ofta hugsað, at ein líknandi røð hevði riggað væl í Føroyum við føroyskum luttakarum", sigur Rúni Jákupsson.
Ingi Poulsen, Livar Nysted og Marjun Syderbø Kjelnæs eru vertir í Vindagnum. Mynd: Bárður Lydersen
10 ymsir vertir
Í hvørjum parti er ein nýggjur vertur, og tað er verturin, sum sjálvur avger innihaldið.
"Eg havi lagt meg eftir, at tað eru vertir, sum hava nakað at siga. Okkurt, ið fær lurtaran at hugsa, undrast, flenna, gerast vitugari ella bara steðga á eina løtu", sigur Rúni Jákupsson.
Tey 10, vit hoyra í summar, eru rættiliga ymisk. Seks kvinnur og fýra menn. Eitt nú rithøvundi, ítróttafólk, tónleikari, heilsufrøðingur, lærari, ævintýrari og námsfrøðingur. Fakliga koma vit víða.
Eisini Rudolf Joensen, Sanna á Løgmansbø og Urd Johannesen eru vertir í Vindagnum. Mynd: Bárður Lydersen
Hvønn mikudag
Vónin hjá redaktørinum er, at Vindagið fer at seta ein stuttigan og læruríkan dám á summarið í útvarpinum.
"Eg vóni, at hesar sendingarnar fara at gera ljóðmyndina hetta summarið stuttliga, læruríka og áhugaverda. Gongur tað so væl, sum eg rokni við, er ikki óhugsandi, at vit aftur gloppa Vindagið næsta summar", sigur Rúni Jákupsson.
Í fyrsta parti er Oddvør Johansen vertur. Hugleitt verður um øðrvísi upplivingar á orgulbonkinum, vegamót í tilveruni og harðrend ummæli.
Oddvør Johansen er rithøvundur og tónleikari. Og so er hon fyrsti verturin, sum gloppar Vindagið. Mynd: Bárður Lydersen
Vindagið er at hoyra hvønn mikudag í útvarpinum kl. 17.05. Tú finnur eisini sendingina á KVF Ljóð.
Fyrsti partur er tøkur, og tú finnur hann her.