- Tíðindi, mentan og ítróttur
NSÍ sendi KÍ úr steypakappingini
Julia Naomi Mortensen skeyt tvey mál og Heidi Sevdal eitt, tá NSÍ vann 3-1 og sendi KÍ úr steypakappingini í gjár.
B36, HB og Víkingur vunnu øll sannførandi og vera í hálvfinalupottinum saman við runavíkingum.
NSÍ fekk frálíka byrjan við Løkin í Runavík, har Julia Naomi Mortensen skoraði longu í 3. minutti. Hon var aftur upp á spæl miðskeiðis í hálvleikinum, og so var 2-0 til heimaliðið.
Sólja Ernstdóttir minkaði um munin tíðliga í seinna hálvleiki, men NSÍ helt fast, og Heidi Sevdal tryggjaði teimum sigurin, tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Sannførandi sigrar aðrastaðni
Hinar fjórðingsfinalurnar háttaðu seg, sum væntað frammanundan. B36 vann 3-0 á TB/FCS/Royn, Víkingur vann 12-0 á kvinnunum úr Hoyvík, og HB sendi Skála aftur ígjøgnum tunnilin við 6-0 tapi.
Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða leiktar 27. august og tær seinnu 25. september. Finalan verður spæld 5. oktober.