![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2024-05-28-15h54m57s126.png?itok=MKDzKr56)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Liðug at taka ILA-fongda laksin
Liðug at taka ILA-fongda laksin
180.000 fiskar eru tiknir úr teimum báðum aliringunum á Vágsfirði, har ILA-sjúka var staðfest
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2024-05-31-10h19m18s882.png?itok=o7uKUDm2)
ILA-fongdi laksurin er kruvdur á kryvjivirkinum hjá Bakkafrosti í Vági.
07.06.2024 - 13:03
Bakkafrost er nú liðugt at taka laksin, sum var fongdur við ILA-sjúku á Vágsfirði.
Arbeiðið at taka laksin var liðugt í gjár.
Regin Jacobsen.
180.000 laksar, ella umleið 550 tons, eru tiknir úr teimum báðum aliringunum, har ILA-sjúka var staðfest.
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at økið á Vágsfirði verður væl kannað fyri sjúku í næstum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
07062024_ILA
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV