Handverksmeistarar fara í rættin við máli um útboð av svimjihøll

Handverksmeistarar fara í rættin við máli um útboð av svimjihøll
Handverksmeistarafelagið tekur ikki undir við avgerðini hjá Kærustovninum, um at felagið hevur brotið kappingarlógina við at boykotta útboð av svimjihøll í Runavíkar kommunu
Føroya Handverksmeistarafelag ætlar sær nú í rættin við málinum um útboð av svimjihøllini í Runavík. (Savnsmynd)
 
07.06.2024 - 15:09

Føroya Handverksmeistarafelag tekur ikki undir við avgerðini hjá Kærustovninum í sambandi við útboðið av svimjihøllini hjá Runavíkar kommunu, og fer í rættin við málinum.

Tað boðar felagið frá í dag.

Kærustovnurin staðfesti í mai avgerðina hjá Kappingarráðnum, um at Føroya Handverksmeistarafelag, Articon, Búsetur og MT Højgaard brutu kappingarlógina, tá tey í felag boykottaðu útboðið hjá Runavíkar kommunu av svimjihøllini í Runavík.

Grein 6, stk. 1 í kappingarlógini sigur, at "ikki er loyvt fyritøkum og øðrum at gera avtalur, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava til endamáls ella sum fylgja at avmarka kappingina."

Nevndin hjá Føroya Handverksmeistarafelag hevur viðgjørt málið og undrast á, at Kærustovnurin skúgvar til viks "greiðar ásetingar í útboðslógini um, at útbjóðingartilfar skal vera á føroyskum."

Felagið sigur, at føroyska málið eigur at virðast í øllum útboðum, og at Kærustovnurin við hesi avgerð leggur eina ógreiða og óhepna kós fyri framtíðar útboð.


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946