- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tikin fyri at smugla hassj innvortis
Tikin fyri at smugla hassj innvortis
Tollararnir fingu illgruna til mannin, sum kom við Norrønu

Maðurin, sum var tikin fyri at smugla hassj, kom við Norrønu. (Savnsmynd)
21.05.2024 - 08:39
Ein maður, sum kom til Havnar í gjáramorgunin við Norrønu, er tikin fyri at smugla hassj innvortis.
Talan er um millum 30 og 40 gramm.
Tollararnir fingu illgruna til mannin.
Farið var við honum í skannara á Landssjúkrahúsinum. Og har sást, at hann hevði rúsevni innvortis.
Av tí at nøgdin ikki er stór, verður ikki farið í rættin við manninum.
Málið verður avgreitt við sekt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV