
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrst í mai leita alskyns fuglar sær hesa ársins tíð norðureftir í summarvist. Ein tíð, tá fleiri og meira óvanligir fuglar eru at síggja í Føroyum.
Í millum likkur og másar, krákur og starar, so er tað ein ørgrynna av øðrum fuglum í Føroyum, sum tað kann vera torført at síggja ella skyna mun á. Við Silasi Olofson fara vit ein fuglatúr í Føroyum at síggja fuglarnar gjøgnum linsuna hjá Silasi. Tað gera vit í nýggju stuttrøðini "Sært tú fuglin?", sum longu nú er tøk á KVF Sjón.
Silas Olofson er kønari enn tey flestu í fuglum. Hann hevur fotograferað fuglar, síðani hann var 10 ára gamal. Og í 2022 gav hann saman við Jóruni Pólsdóttir út bókina "Fuglar okkara". Eitt stórverk í trimum bindum við 1.500 síðum.
Silas hevur seinastu árini hugtikið mong við sínum vøkru fuglamyndum, sum eisini prýða bókaútgávuna.
Í fyrsta parti verður farið til Sandoyar. Tað er eystan í ættini júst hendan dagin, og tað er sambært Silasi besta ættin at síggja flytifuglar bæði úr Skotlandi og úr meginlandinum í Evropa.
Og tí gongur leiðin til Sandoynna, sum er opin bæði frá eystan og vestan. Eisini tey stóru vøtnini eru góð mið hjá fuglum at savnast.
Men eitt sindur av hepni skal eisini til fyri at síggja teir heilt sjáldsomu fuglarnar.
Fyrsti partur verður í sjónvarpinum hóskvøldið 16. mai klokkan 20.20.
Men tú finnur fyrsta partin á KVF Sjón longu nú.