Atkvøða um fosturtøku í morgin

Atkvøða um fosturtøku í morgin
Øll samgonguumboðini í rættarnevndini uttan Henrik Old taka undir við uppskotinum frá landsstýrismanninum, men tey hava eitt broytingaruppskot
Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.05.2024 - 08:36

Í morgin fer løgtingið at atkvøða um fosturtøkuna.

Rættarnevndin hevur skrivað álit um bæði uppskotini, uppskotið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum um fosturtøkulóg, og uppskotið hjá Miðflokkinum um ófødda barnið.

Umboðini hjá samgonguflokkum mæla til at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum.

Henrik Old í Javnaðarflokkinum tekur tó ikki undir við teimum. Hann sigur seg ikki taka undir við uppskotinum.

 

Henrik Old, samgongulimur í rættarnevndini, tekur ikki undir við uppskotinum um fría fosturtøku. 

 

Skulu hava møguleika at sleppa undan

Hini í samgonguni hava tó eitt broytingaruppskot.

Tey siga, at er tað móti etisku ella átrúnaðarligu fatanini hjá løggildum heilsustarvsfólki á sjúkrahúsi at fremja ella viðvirka til fosturtøku, skulu tey sleppa undan tí.

Umboðini hjá andstøðuni mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið um nýggja fosturtøkulóg.

Øll í samgonguni í rættarnevndini eru samd um ikki at taka undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum um ófødda barnið.

Sí álitið frá rættarnevndini til uppskotið um fosturtøku her.

Sí álitið frá rættarnevndini til uppskotið um ófødda barnið her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238