Eitt mál ov stuttir til HM

Eitt mál ov stuttir til HM
Bestu føroysku hondbóltsmenninir vóru eitt mál ov stuttir til HM, tá Norðurmakedónia køvdi føroyska spælið í larmandi Boris Trajkovski-leikhøllini í Skopje
Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir á føroyska hondbóltslandsliðnum vóru eitt mál ov stuttir til at røkka HM
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.05.2024 - 20:04

Dreymurin um endaspæl um heimsmeistaraheitið brast í larmandi Boris Trajkovski-leikhøllini í Skopje, har Norðurmakedónarar køvdu føroysku álopsstjørnurnar, sum ikki funnu flogið eftir steðgin.

Trýstið var øgiligt á føroysku spælarunum, og sum dysturin leið, nervaði tað alsamt meir. Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum hóast alt var føroyskur toppskjútti við átta málum, fann ikki altíð bestu loysnirnar, meðan hinir í bakketuni - ikki minst 18 ára gamli Óli Mittún - ikki traðkaðu til á nøktandi hátt í heksaketilinum í Skopje. 

Í verjuni gekk heldur ikki betur enn næstbest, og eftir at Pauli Jacobsen byrjaði væl, fingu málverjarnir ikki bjargað nóg nógvum - heldur ikki tá armarnir hjá dómarunum vóru uppi og heimaliðið mátti skjóta langt útifrá.

 

Haltaðu eftir góða byrjan

Føroysku spælararnir byrjaðu annars dystin væl framman fyri stóru fjøldini á Boris Trajkovski-leikhøllini í Skopje. 

VIð málum frá Hákuni West av Teigum, Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Vilhelmi Poulsen, Pæturi Mikkjalsson og Teis Horn Rasmussen fylgdu Føroyar norðurmakedónarunum mál fyri mál fyrstu sjey minuttirnar.

Síðan kom stíður í, og heimaliðið otaði seg spakuliga framum. Verjuspælið, sum riggaði framúr væl í sigrinum á heimavølli, var ikki eins gott nú, og dómararnir góvu føroyingunum ongar tænastur.

Risastóra strikan, Zharko Peshevski, fangaði nógvar bóltar, og munurin, sum eina løtu var fimm mál, var fýra, tá fyrri hálvleikur endaði. 

 

Endaði við vónbrotið

Leiðslan hjá heimaliðnum vaks beinanvegin eftir steðgin, og norðurmakedónarar javnaðu samanlagt, longu tá 43 minuttir vóru spældir við máli frá Peshevski.

Føroyingarnir fingu fatur á dystinum aftur eina løtu, og verjuspælið riggaði betur eina løtu. Heimaliðið kom kortini framum við átta, og tá alt skuldi avgerast, var tað royndara heimaliðið, sum helt høvdið kalt, meðan Óli Mittún og Hákun West av Teigum misnýttu, hóast kjansirnir hjá síðstnevnda ikki vóru av teimum bestu.

Trýstið var ov stórt hjá unga føroyska liðnum, og Føroyar mugu bíða eitt sindur enn eftir fyrsta HM-endaspælinum. Norðurmekadónarar verða har aftur, sum teir hava verið fleiri ferðir fyrr.

 

Boris Trajkovski-leikhøllin (HM-playoff, 2. dystur)
Norðurmakedónia - Føroyar, 34-26 (19-15)

Málskjúttar, Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Leivur Mortensen 4, Hákun West av Teigum 3, Teis Horn Rasmussen 3, Vilhelm Poulsen 2, Óli Mittún 2, Pætur Mikkjalsson 1, Kjartan Johansen 1, Tróndur Mikkelsen 1, Pauli Mittún 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652