Politiið kannar framvegis harðskapsmálið við Sandá

Politiið kannar framvegis harðskapsmálið við Sandá
Maðurin, sum politiið heldur kann hava sæð gerningsmannin, hevur framvegis ikki gjørt vart við seg
Politiið vil fegið frætta frá fólki, sum halda seg vita okkurt um hendingina. (Savnsmynd)
 
08.05.2024 - 09:40

Enn er einki avgerandi nýtt um harðskapsmálið á Argjum sunnukvøldið 28. apríl.

Ein kvinna var álopin á gøtuni við Sandá, vestan fyri fótbóltsvøllin á Argjum.

Politiið hevur tosað við fólk, sum búgva ella arbeiða við Sandá, sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningareildini hjá politinum.

Men politiið vil fegið frætta frá øðrum, sum halda seg vita okkurt um hendingina.

Fólk, sum hava sæð okkurt við gøtuna, ikki bara júst sunnukvøldið 28. apríl um áttatíðina, men eisini dagarnar frammanundan. 

 

Hevur framvegis ikki gjørt vart við seg

Millum annað vil politiið tosa við ein mann, sum kann hava sæð gerningsmannin.

Kvinnan møtti hinum eina løtu áðrenn, hon var álopin.

Maðurin er ikki undir illgruna, leggur politiið dent á. Maðurin hevur ikki gjørt vart við seg.

Ein maður var tikin eitt korter eftir álopið. Hann var tikin í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Hann var 29. august varðhaldsfongslaður í fýra vikur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117