- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útskrivað til einki: "Eg skal vera mamma, ikki alt hitt"
“Høvdu vit kunnað havt hana heima hjá okkum, høvdu vit sjálvandi gjørt tað. Sjálvandi.”
Soleiðis sigur mamma at ungari kvinnu, ið er sálarsjúk, og hevur stríðst í fleiri ár.
Í januar gjørdi hon so nógvan skaða á seg sjálva, at hon var løgd inn á Psykiatriska depilin.
“Á Psykiatriska deplinum hava tey møtt henni, og vit síggja eina gentu, sum hevur tað betri. Tí eru vit stúrin um hana, tá ið hon verður útskrivað,” sigur mamma hennara.
Dottin niðurímillum
Síðani unga kvinnan var innskrivað á Psykiatriska depilin, hevur hon fylt 18 ár, og tað er her, at nýggir trupulleikar taka seg upp. Tí, tá ið hon fyrr hoyrdi til barnaverndina, er hon nú komin undir Almannaverkið.
Foreldrini kenna tað sum, dóttirin er dottin niður ímillum tvær skipanir:
“Hon hevur verið undir barnaverndini, men tá ið hon fylti 18 ár, kom hon undir Almannaverkið, og onkursvegna er hon dottin niðurímillum,” sigur pápi hennara.
“Vit hildu, at í skipanini, hon var frammanundan, var øgiliga nógv gjørt fyri at hjálpa henni. Tá ið hon so fer í aðra skipan, fer hon afturum í bíðirøðina,” greiða foreldrini frá.
Almannaverkið hevur, síðani hon bleiv 18 ár, leitað eftir búplássi til ungu kvinnuna, men enn er einki búpláss funnið. Tí sita foreldrini nú spyrjandi.
“Ein deild sum tann psykiatriska er eitt stað, sum ein fer fyri at fáa tað betri. Og tá ið ein so hevur tað betri, verður ein útskrivaður. Soleiðis er tað bara,” greiðir pápin frá.
Men hon er so mikið illa fyri og so mikið krevjandi, at foreldirni ikki megna at hava hana heima. Tey eru stúrin um dóttrina, og um hon fer at gera sjálvskaða aftur.
Foreldrini halda ikki, at tey eru før fyri at geva henni ta hjálp, henni tørvar. Tað er trupult, tí tey eiga ikki at vera viðgerar, men foreldur.
“Eg skal vera mamma hennara, ikki alt hitt,” sigur mamma ungu kvinnuna.
220 fólk á bíðilista
Fyri stjóran í Almannaverkinum hevur samrøðan við foreldrini at 18 ára gomlu kvinnuna ávirkan. Tó má hann fyrihalda seg til støðuna, sum hon er:
“Vit mugu fyrihalda okkum til ta støðuna, sum er í Almannaverkinum í løtuni, og í mars stóðu 220 fólk á bíðilista til búpláss,” sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Hann greiðir frá, at støðan er trupul hjá fleiri borgarum, sum eru í einari torførari støðu.
“Tað er torført at finna teimum bústað, tí tað skal eisini rigga saman við hinum borgarunum, sum eru á bústovnunum. Somuleiðis skal yrkisføri vera til staðar,” sigur Edvard Heen.
Spurdur, hvat tey í Almannaverkinum kunnu gera fyri at hjálpa hesum fólkunum, svarar Edvard Heen, at arbeiðið skal leggjast til rættis fyri borgaran:
“Tað, sum vit kunnu gera fyri at koma fyrr inn í myndina, er, at vit kunnu leggja tænasturnar hjá okkum til rættis, og hesum arbeiða vit longu við. Tað kann vera alt frá stuðulstænastum til frítíðartilboð,” sigur hann.
Psykiatari: “Trupulleikin er, at málini vera so drúgv”
Fyri leiðandi yvirlækna á Psykiatriska deplinum, Tórmóð Stórá, er tað ikki ein ókendur trupulleiki, at einki stað er at útskriva sjúklingar til. Tó at tað ikki hendir ofta, kemur tað fyri, og tá kunnu málini gerast ógvuliga drúgv, sigur hann.
“Tann síðsti sjúklingurin, sum vit høvdu innskrivaðan leingi, og sum bíðaði á psykiatriska deplinum, bíðaði í tvey ár,” greiðir hann frá. “Tann triðseinasti bíðaði í trý ár, áðrenn Almannaverkið fann eitt hóskandi tilboð til viðkomandi. Tað er ein trupulleiki.”
Í fleiri førum verða fólkini innløgd longur, enn neyðugt er.
“Tað er ógvuliga keðiligt fyri hesi fólkini, tí at vera innløgd á eini seingjardeild í fleiri ár, er ikki gott fyri menningina hjá einum fólki,” sigur Tórmóður Stórá og leggur dent á, at tað er torført at gera nakað við hesa støðuna.
“Tí hendir tað seg, at fólk verða útskrivað til okkurt, sum ikki er nóg gott,” sigur hann.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
“Neyðugt er at gera alt fyri at hjálpa”
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, sum varðar av Almannaverkinum. Hon heldur, at støðan hjá foreldrunum er ein syndarlig støða, sum ein má gera alt fyri, at fólk ikki koma útí.
“Eg kann ikki siga, hvat ítøkiliga málið snýr seg um, men tað, sum er okkara uppgáva, er at royna at hava nóg mikið av búplássum, og at roynt verður byggja út. Tað hendir nógv á tí økinum,” sigur Sirið Stenberg.
“Tað snýr seg eisini um, at land, kommunur og sjúkrahúsverk hava eitt betri samskifti. Og at leggja til rættis tíðliga í tilgongdini, so tað ikki verður ov seint,” sigur hon.
Men er tað ikki meiningin, at Almannaverkið skal lofta hesum fólkunum?
“Jú, tað er. Sjálvandi skulu Almannaverkið og Sjúkrahúsverkið tosa saman í góðari tíð, so at tað ber til at tryggja eitt tilboð til fólk, tá ið tey koma heim aftur,” sigur Sirið Stenberg.
Hvat gert tú sum landsstýriskvinna við hetta?
“Vit vilja, at geirarnir verða brotnir niður, og at einstaka menniskja kemur í miðdepilin. Heilt ítøkiliga verður eitt arbeiði gjørt innan alt barnaøkið. Eisini royna vit at styrkja tey psykiatrisku tilboðini.
“Støðan er broytt, hvør tað er, sum hevur tørv á hjálp. Fyrr vóru tað meiri fólk, sum bera brek, men í dag eru tað nógv fleiri fólk innan psykiatriina,” vísir landsstýriskvinnan á.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen