Teitur spælir "Poetry & Aeroplanes" á G!

Teitur spælir "Poetry & Aeroplanes" á G!
Gestirnir á G! festivalinum í ár fáa høvi at hoyra Teitur spæla sítt meistaraverk "Poetry & Aeroplanes" úr enda í annan í Syðrugøtu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.05.2024 - 23:00

Fyri tjúgu árum síðani avrikaði ein ungur havnarmaður nakað, sum í føroyskum tónleikaligum høpi svarar til at lenda á mánanum.

Tað var, tá ið Teitur Lassen fekk plátusáttmála í lag við stóra plátufelagið Universal í Amerika. 

Plátan, sum spurdist burtur úr samstarvinum, var "Poetry & Aeroplanes".

Soleiðis kunnger G! festivalurin, at Teitur kemur við bólki á G! at spæla "Poetry & Aeroplanes" úr enda í annan á ársins festivali.

G! festivalurin boðar eisini frá, at tað verður ikki spart upp á nakað, tí Teitur sleppur eisini at taka strúkarar við. 

 

Eitt meistaraverk

"Poetry & Aeroplanes" verður av mongum roknað sum eitt meistaraverk, sum enn í dag stendur sum ein sannur varði í sangara/lagsmíð rúgvuni. 

Ein av teimum, ið virðismetir "Poetry & Aeroplanes" ómetaliga høgt, er amerikanska megastjørnan John Mayer. Hann hevur júst róst Teiti og "Poetry & Aeroplanes" til skýggja í sínum poddvarpi "Life Of John Mayer"

Umframt Teit, so er greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), Teitur (FO), Swangah (FO),The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) Nelly Moar (NO) Sound of the Damned (GL) Das Body (NO) Plúmm (FO) og GRÓA (IS) eisini spæla á G! 2024. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551