- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elias og Kiel skulu spæla um Champions League-gullið
Elias Ellefsen á Skipagøtu var ikki á vøllinum, tá liðfelagarnir í THW Kiel, við Eric Johansson á odda, vunnu stórsigur á Montpellier í Champions League-fjórðingsfinaluni í dag.
Norðurtýska stórfelagnum tørvaði eitt undur eftir níggju mála tapið í Fraklandi fyri eini viku síðan. Men saman við heimafjøldini, sum taldi fleiri túsund, eydnaðist at venda øllum á høvdið og spæla seg í Final4 í Køln.
Føroyski spælskiparin sat uttanfyri allan dystin - kanska orsakað av knæskaðanum, sum hann fekk fyri eini góðari viku síðan - og hevur nú eina viku at gerast klárur til playoff-dystirnar hjá Føroyum ímóti Norðurmakedónia. Hin fyrri verður á heimavølli 8. mai.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur sagt við KvF, at hann ivaleyst fór at røkka teimum báðum dystunum, sum kunnu senda manslandsliðið til HM-endaspælið í januar.
Bestu bitarnir úr dystinum kunnu síggjast her.