Elias og Kiel ovurstóra uppgávu í Champions League

Elias og Kiel ovurstóra uppgávu í Champions League
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel mugu vinna við minst níggju málum á Montpellier á heimavølli, um týskararnir ætla sær at í Final4 í Champions League
Elias Ellefsen á Skipagøtu í nærdysti ímóti Aalborg í Champions League-bólkaspælinum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
02.05.2024 - 15:10

Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel hava brúk fyri einum undri á Wunderino Arena, tá Montpellier vitjar í Champions League í kvøld.

Fraklendingarnir vunnu stórsigur í fyrru fjórðingsfinaluni, og um føroyski spælskiparin og hinir í hvítum og svørtum skulu víðari til endaspælið, sonevnda Final4, mugu teir vinna við minst níggju málum.

Norðurtýskararnir mugu kanska klára seg uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum fekk skaða í knæið fyri kortum. Fyri Kringvarpinum segði spælskiparin kortini, at skaðin ikki er álvarsligur, og at hann væntaði at verða klárur aftur skjótt.

Um hann verður á vøllinum longu í kvøld, er ikki greitt.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835