- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gówa vann Sement 2024
“Dómararnir hildu als ikki, at tað var trupult at velja vinnararnar,” staðfesti eygagóði Sement-verturin, Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, tá hon seint leygarkvøldið skuldi kunngera vinnararnar av Sement 2024.
Tað gjørdist bólkurin Gówa, við Onnu Sofíu Skoradal á odda, ið vann Sement í ár. Gówa á baki komu Ragnar Finsson á øðrum plássi, meðan Ása Helena Brynjardóttir bleiv nummar trý.
Hini, ið høvdu spælt seg í finaluna, vóru Ókendir, Jákup Eli og Ester Skála,
Dómararnir hildu, at Gówa var "ein samlaður pakki" og tískil hevði uppiborið sigurin. Við sigrinum fylgir tíð í upptøkuhøli.
Ása tók øll á bóli
Eitt er, hvat vit í Føroyum billa okkum inn er gott, og harvið skapa stórt hype rundaum. Nakað annað er, hvussu útlendingar hoyra føroyskan tónleik. Gløgt er gestsins oyra, kanst tú siga.
Ein av vinningunum í ár var at sleppa at spæla á viðurkenda danska bransjufestivalinum Spot, har eitt nú Teitur Lassen varð uppdagaður í síni tíð. Heldur óvæntað, so valdu fólkini frá Spot festivalinum at geva Ásu Helenu Brynjardóttir, ið er eitt rættiliga óskrivað blað á føroyska tónleikapallinum, plássið á skránni til Spot festivalin í Aarhus um eina viku.
G! festivalurin fór eisini uttan um vinnaran, tá festivalurin valdi at geva Ragnari Finssyni eitt pláss á G! plakatini í summar.
Sement finalan kann síggjast á KVF Sjón.