- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tróndur rør fyri heilsuna

Tveir tímar á rógvimaskinu tvær ferðir um vikuna.
Soleiðis heldur 80 ára gamli listamaðurin, Tróndur Patursson, kroppin við líka.
Saman við venjaranum, Toni Dam, hittast teir hvønn týsdag og fríggjadag í hølunum hjá Havnar Róðrarfelagið og rógva í ein góðan tíma.
- Nú arbeiði eg á Skipasmiðjuni við málningum og øðrum, men tað blívur ikki til nóg mikið av rørslu, sigur Tróndur Patursson, sum eisini sigur seg hava eina rógvimaskinu har.
- Men eg geri ov lítið við at seta meg á hana har. Eg eri komin upp í tey árini, at eg gangi ov lítið, so hetta hjálpir øgiliga væl. Gongulagið og alt blívur sindur lættari, sigur Tróndur Patursson.
Í morgunsendingini eru vit við, tá Tróndur Patursson og Toni Dam venja á rógvimaskinu.