- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óli ímóti Jóhan: Stór føroyingauppgerð í Partille
Stór føroyingauppgerð verður í Partille Arena í dag, har Óli Mittún og IK Sävehof taka ímóti Flensburg og Jóhan og Plógv Hansen í fjórðingsfinaluni í European League.
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin spæla eisini fjórðingsfinalu í somu kapping. Týska høvuðsstaðarfelagið tekur ímóti franska liðnum Nantes, sum so seint sum leygardagin vann á PSG í fronsku steypafinaluni.
Áskoðaramet í Partille
Stórur áhugi er fyri dystinum millum IK Sävehof og Flensburg, sum hevur fleiri skandinavar á liðnum, millum annað svenska landsliðsspælaran, Jim Gottfridsson.
Sambært portal.fo verður talan um áskoðaramet hjá Sävehof, har Óli Mittún hevur verið stórspælandi síðstu tíðina. Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg mugu kortini metast at vera favorittur í dag í dystinum, sum byrjar klokkan 17:45.
Hans Lindberg spældi á høgra veingi hjá Füchse Berlin í javnleikinum ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kiel um vikuskiftið. Tískil kann roknast við, at Hákun West av Teigum fær spælitíð í Max-Schmeling-Halle í kvøld. Dysturin ímóti Nantes er klokkan 19:45.