- Tíðindi, mentan og ítróttur
18 ára gamal útróðrarmaður í Grønlandi: Leyp logandi á sjógv
Frá 1934 til fyrst í 1970-árunum fóru nógvir føroyingar til Grønlands at rógva út. Ein teirra var Eigil Rasmussen úr Miðvági. Hann var bara 17 ár, tá hann fyrstu ferð fór til útróðrar við báti hjá Nordafar í Grønlandi í 1955. Nordafar var tá eitt nýstovnað felag, sum lá í sokallaðu Føroyingahavnini. Og Føroyingahavnin mentist í hesum árum til eitt tað størsta arbeiðsplássið í Grønlandi.
Við lutakasti fingu miðvingarnir bát nummar 1, sum var ein av teimum frægastu. Summarið gekk sína vanliga gongd við útróðri og avreiðing. Eisini hendan eina hósmorgunin tann 25. august. Sum vanligt skuldu menn til útróðrar, og morgunin byrjaði sum allir aðrir morgnar. Men hesin dagurin gjørdist alt annað enn vanligur.
“Tað, sum nú hendi, er ikki fyri veikar sálir”
Eigil var staddur í lítla, tronga maskinrúminum fyri at vinda motorin í gongd. Húkandi byrjaði hann at vinda, men við fyrsta rykk hendi ein spreinging. Eigil var slongdur aftur í lastaskotið. Alt var eitt eldhav, og Eigil sá einki fyri eldi og royki.
Onkursvegna fær hann trilva seg móti leytaranum, sum gekk upp í stýrhúsið. Tá hann skal taka seg upp í stýrhúsið, dettur lemmurin niður í høvdið á honum, so hann missir takið og dettur niður aftur í maskinrúmið. Eigil, sum nú er í ljósum loga, kemur uppá dekkið og skal loypa á sjógv fyri at sløkkja eldin, men hann lendir í jolluni, sum útróðrarmenninir sigldu út til bátin við. Eigil fær baksað seg úr jolluni og á bláman, so eldurin slóknar. Og onkursvegna fekk Eigil klovið upp í jollina aftur. Klæðini vóru brend av honum, og hann svímaði.
“Tað hevði verið líka gott, um hann doyði”
Tá Eigil raknar við aftur, er hann komin á land. Menninir, sum enn vóru á dekkinum, vóru farnir í jolluna og høvdu róð jolluna inn á havnina. Ein kvinna tekur undir armin á Eigili og fylgir honum á sjúkrahúsi. Tey ganga langu leiðina frá fjørðuni í vatnavíkini til sjúkrahúsið, sum als ikki var ein stuttur túrur. At kroppurin ikki var so illa brendur, søgdu tey, var orsakað av, at Eigil leyp í ísakaldan sjógv, sum hevur kølað kroppin hjá honum.
Tá sjúkrasystrarnar taka brenda húðarlappin av eygunum, sær Eigil fyri fyrstu ferð síðani fyrstu spreingingina. Tað fyrsta, hann sær, er ein stór, hvít klokka. Klokkan var tá trý korter til tíggju. Ein tíma seinni kom Eigil undir læknahond, illa brendur og við sterkum heilaskjálvta.
Í tíðini eftir vanlukkuna minnist Eigil lítið og einki. Men søgan millum manna var, at miðvingsdrongurin hevði fingið so stóran skaða frá eldinum og spreingingini, at hann ongantíð fór at koma seg. Tað hevði verið líka gott, um hann doyði, var sagt. Men so var ikki. Eigil kom seg so mikið, at hann kundi flytast til Føroya at vera innlagdur.
Tá Grønland bjargaði Føroyum
Í øðrum parti av sendirøðini "Tá Grønland bjargaði Føroyum" sigur Eigil Rasmussen neyvt frá hesari hendingini, og í hvønn mun hann var merktur av henni aftaná.
Eisini fer Jógvan Arge, sum hevur skrivað drúgva bókarøð um grønlandsútróðurin, at siga okkum um føroyska fiskiskapin í Grønlandi frá 1906 til seinra heimsbardaga, samstundis sum skjøtil eisini verður settur á árini eftir krígslok.
Eisini hava vit verið í bandasavninum, har ið vit hoyra brot úr reportagu í Føroyingahavnini frá 1958.
Tú kanst hoyra Tá Grønland bjargaði Føroyum, annan part, her.