- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrafrávera á breddan hjá Tórshavnar kommunu
Sjúkrafrávera á breddan hjá Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna skipaði í vikuni fyri stórari ráðstevnu um sjúkrafráveru. Tølini siga, at sjúkrafráveran er hækkað eftir koronu

Tað liggur ein ábyrgd hjá leiðslunum at fyribyrgja, at talið av sjúkradøgum ikki verður ov høgt, sigur Jóan Petur Hentze, kommunustjóri
Mynd: Tórshavnar kommuna
14.04.2024 - 14:57
Leiðslurnar hava eina ábyrgd til at fyribyrgja sjúkrafráveru. Tí skipaði Tórshavnar kommuna í vikuni fyri stórari ráðstevnu um sjúkrafráveru fyri leiðslupersónar í starvi hjá kommununi.
Sjúkrafráveran í kommununi er farin upp eftir koronufarsóttina.
Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, sigur, at tað, at Tórshavnar kommuna nú setir sjúkrafráveru á breddan, ikki merkir, at kommunan hevur beinleiðis trupulleikar av sjúkrafráveru.
Hoyrið samrøðu við Jóan Petur Hentze, kommunustjóra í Tórshavnar kommunu:
JP_Hentze_sjukrafravera_lidugt
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV