Landsstýrismaðurin: Felagskvota av svartkjafti er politiskur vilji

Landsstýrismaðurin: Felagskvota av svartkjafti er politiskur vilji
Dennis Holm vísir aftur atfinningum frá felagnum Nótaskipum um, at hann ikki hevur heimild til at broyta býtið
Dennis Holm er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
 
10.04.2024 - 13:14

Ætlanin at skipa 35.000 tons av svartkjafti í eina felagskvotu er eitt politiskt ynski, nú svartkjaftakvotan er munandi størri enn vanligt. 

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Hann vísir aftur atfinningunum frá felagnum Nótaskipum um, at hann ikki hevur heimild til at broyta býtið. 

Svartkjaftakvotan í ár er óvanliga stór,  tí strandarlondini samdust ikki um býtið av heildarkvoturni. Tí ber tað til at gera eina broyting í býtinum í ár, sigur Dennis Holm. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10042024_Dennis_um_svartkjaft

 

Hoyvík er eitt av nótaskipunum. 

 

Føroyska svartkjaftakvotan í ár er 543.000 tons.

Broytingin, sum landsstýrismaðurin ætlar at gera, hevur við sær, at øll, sum hava rætt at fiska svartkjaft, kunnu fiska av felagskvotuni upp á 35.000 tons.

Hetta er tó treytað av, at tey hava brúkt aðrar tillutaðar kvotur av svartkjafti í 2024. 

Hvørt skipið kann tó í mesta lagi fiska 2.500 tons av felagskvotuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109