Útisetakvinnur flyta upp

Útisetakvinnur flyta upp
Besta kvinnuliðið hjá føroyska ítróttarfelagnum í Kjøpinhavn, ÍF Føroyum, hevur vunnið seg upp í 3. deild í hondbólti við fullum stigatali.
Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum eftir seinasta landskappingardystin. Aftast frá vinstru: Sunniva Bogadóttir, Fía Hoydal, Anna Brimnes, Sólbjørt Høj, Anna á Steig, Fríða á Dunga, Karin Holm Simonsen, Rúni Vest Højgaard, venjari. Fremst frá vinstru: Turið Biskops
 
09.04.2024 - 10:33

Við eini sterkari og góðar manning eydnaðist føroysku kvinnunum at náa málinum, sum glapp í fjør, tá ið misskiljingar gjørdu, at tær ikki fluttu upp, tí tær ikki møttu til ein dyst.

- Vit lógu til uppflyting, men reglurnar siga, at møtir tú ikki til allar dystirnar, sleppur tú ikki at flyta upp. Men nú fingu vit tað so at bera til í ár í staðin, sigur venjarin hjá kvinnunum, Rúni Vest Højgaard.

- Hetta kappingarárið hava vit havt góða tilgongd við fleiri spælarum, sum hava royndir frá bestu deildini í Føroyum og enntá onkrum spælarum við royndum frá landsliðnum. Teirra millum hevur eisini verið onkur heilt stórur profilur, so vit hava havt eitt gott lið.

Upp í stórum stíli
Seinasti dysturin var nú um dagarnar ímóti Amager SK, sum hevði styrkt seg við fleiri spælarum av sínum besta liði, men lítið hjálpti, tí ÍF Føroyar vann 25-24, eftir at hava verið á odda við fýra málum í steðginum.

Sostatt endaðu ÍF Føroyar-kvinnurnar við enn einum sigri og kunnu hyggja aftur á eitt kappingarár í Danmarksseriuni, ið hevur givið fult stigatal, 44 stig fyri 22 dystir, og samlaða málmunin +263.

- Næsta ár skulu tær so spæla í 3. deild, sum er fjórðbesta danska deildin, men út frá teimum royndum, vit hava frá liðum í bæði 3. og 2. deild, kunnu tær saktans standa seg væl, sigur venjarin.

- Fleiri av okkara hava spælt við feløgum í bæði 2. og 3. deild, og tær halda ikki, at liðini har eru so øgiliga nógv sterkari enn tað, vit eru von við. Fáa vit kanska meira styrk næsta ár, sær tað bara gott út.

Steypadystur eftir
Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum venja tvær ferðir um vikuna, men kortini eru evnini hetta kappingarárið rokkin til at senda 2. deildarfelagnum, Hellerup IK, úr donsku steypakappingini.

Næsta avbjóðingin har verður 1. deildarfelagið, TMS Ringsted, har millum annað landsliðsspælarin, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, spælir.

- Vit kunnu rokna við, at tær í TMS Ringsted eru í betri formi enn okkara, men um vit hava ein góðan dag og tær ikki, so kann alt henda. Umráðandi er, at vit taka tað sum eina uppliving og hugna okkum, nú talan er um ein so stóran dyst, sigur Rúni Vest Højgaard.

Eisini besta mansliðið hjá ÍF Føroyum, sum spælir í 3. deild, hevur staðið seg væl og skal 16. og 20. apríl spæla ávikavist heima- og útidyst um uppflyting í 2. deild ímóti HK 73 úr Frederikssund.

Hoyr útvarpssamrøðu við Rúna Vest Højgaard her:

2024-04-09-Runi-Vest-Hojgaard

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652