Løgmansskrivstovan fer at søkja eftir trimum aðalstjórum

Løgmansskrivstovan fer at søkja eftir trimum aðalstjórum
Talan er um størvini, sum vóru sett fyribils, tá landsstýrissamgongan var skipað
Aðalstjórastørvini, sum verða lýst leys í næstum, eru sessirnir í Lógar- og innlendismálaráðnum, Fiskimálaráðnum og Umhvørvismálaráðnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.04.2024 - 17:58

Í næstum fer Løgmansskrivstovan at søkja eftir trimum aðalstjórum. 

Talan er um tey trý aðalstjórastørvini, sum vóru sett fyribils, tá samgongan bleiv skipað.

Ætlanin er, at aðalstjórar frameftir vera áramálssettir, og ikki longur tænastumannasettir, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður:

 

08042024_Aksel_og_adalrad

 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

 

Í desember fekk Løgmansskrivstovan tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum skuldi kanna setanarviðurskiftini hjá aðalstjórum. 

Løgmaður hevur heitt á forkvinnuna í arbeiðsbólkinum, Sólju í Ólavsstovu, um at hjálpa til at leggja síðstu hond á málið:

 

08042024_Aksel_og_adalrad2

 

Tey trý aðalstjórastørvini, sum verða lýst leys í næstum, eru í Løgmálaráðnum, Fiskimálaráðnum og Umhvørvismálaráðnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946