Tjóðveldi fingið nýggja leiðslu

Tjóðveldi fingið nýggja leiðslu
Høgni í Stórustovu er nýggjur formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi.
Høgni í stórustovu er nýggjur formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi
 
07.04.2024 - 09:50

Undan flokstinginum, sum um vikuskiftið hevur verið í Hósvík, var longu greitt, at forkvinnan síðstu tvey árini, Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, legði frá sær.

Høgni, sum varð uppstillaður av Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, vann í atkvøðugreiðsluni á Jógvani Jón Henriksen, sum Sandoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið stillaðu upp.

Nýggi aðalstjórnarformaðurin sigur seg gleða seg til at byrja í floksarbeiðinum.

- Eg fari við fullum huga at arbeiða fyri hugsjónini, at styrkja og savna allar kreftir á loysingarveinginum í Føroyum, og at gera hugsjónir og tankar til veruleika, sigur Høgni í Stórustovu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946