ES-tinglimur: Føroyar eiga at fáa eina betri handilsavtalu við ES

ES-tinglimur: Føroyar eiga at fáa eina betri handilsavtalu við ES
Tað er tó ikki óhugsandi, at ES fer at seta sum krav, at samstarvið við Russland skal halda uppat, um Føroyar skulu hava betri atgongd til ES-marknaðin
Bergur Løkke Rasmussen, ES-tinglimur, heldur tað hava týdning, at Føroyar fáa eina betri handilsavtalu við ES
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.04.2024 - 18:05

"Eg merki sum so ikki nakran óvilja móti at gera nakað við tað - tað snýr seg bara um raðfestingar."

Tað sigur Bergur Løkke Rasmussen, ES-tinglimur fyri Danmark, sum heldur, at Føroyar eiga at fáa eina betri handilsavtalu við ES.

Sum er, gera høgir tollmúrar fyri virkaðar fiskavørur, at Føroyar mestsum bara útflyta óvirkaðan fisk til ES, og tí hava Føroyar roynt at fingið eina betri avtalu við ES. 

Sambært Bergi Løkke Rasmussen, sum er hálvur føroyingur, hevur handilssáttmálin millum Føroyar og ES ikki so høga raðfesting í Evropasamveldinum.

Og hann metir tað eisini vera hugsandi og ikki órímiligt, at um Føroyar skulu fáa betri atgongd til ES-marknaðin, fer ES at seta sum krav, at føroyska samstarvið við Russland heldur uppat ella í øllum førum minkar nógv.

Hann er tó greiður yvir, at samstarvið við Russland hevur búskaparligan týdning fyri Føroyar, og at tað verður neyðugt hjá ES at geva Føroyum eitt munagott alternativ, um russiska samstarvið skal halda uppat.

 

Hoyrið samrøðu við Berg Løkke Rasmussen her:

Bergur_Lokke_Rasmussen_full_samroda_til_netid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035