Forskattingin av pensjónum gevur meira enn hálva milliard

Forskattingin av pensjónum gevur meira enn hálva milliard
Allur skatturin fer til eldraøkið, sum kommunurnar yvirtóku frá landinum í 2015
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
26.03.2024 - 15:53

Inntøkurnar frá skattinum av pensjónsinngjøldum vóru um 518 milliónir krónur í 2023. Í ár verður roknað við, at upphæddin verður 520 milliónir krónur.

Skatturin er hækkaður á hvørjum ári seinastu 10 árini. Í 2014 var skatturin helvtin av tí, sum hann er nú, nevniliga 266 milliónir krónur 

Tað upplýsir Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Tað var Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, ið spurdi, hvørjar mettu framroknaðu árligu inntøkurnar verða at forskatta pensjónir næstu 15 árini.

 

Mørkin í Streymnesi. Inntøkurnar frá forskattingini av pensjónsgjøldum fara allar til eldraøkið hjá kommununum. 

 

Veksur 3-4 prosent

Fíggjarmálaráðið metir, at inntøkurnar frá skattinum av pensjónsinngjøldum fara at vaksa 3-4 prosent árliga næstu nógvu árini.

Tó er hugsandi, at vøksturin verður nakað størri  fram  til  2026,  tí bundna  eftirlønargjaldið hækkar sambært eftirlønarlógini úr 10 prosentum í 2024 upp í 12 prosent í 2026.

Frá 2027 og frameftir verður bundna eftirlønargjaldið 12 prosent sambært eftirlønarlógini.

Síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið frá landinum 1. januar 2015, er allur skattur frá pensjónsinngjøldum farin til kommunurnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946