Alivinnan skal bæði rinda tøkugjald og serskatt av avlopi

Alivinnan skal bæði rinda tøkugjald og serskatt av avlopi
Tøkugjaldsstigin byrjar á einum hálvum prosenti, og serskatturin verður átta prosent av avlopinum
Landsstýrismaðurin í vinnumálum og umboðini hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldi í vinnunendini skriva undir semjuna í Tinganesi seinnapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.03.2024 - 14:38

Alivinnan skal nú rinda bæði tøkugjald og serskatt av avlopi.

Samgongan og Sambandsflokkurin hava síðani í heyst samráðst um at endrskoða skipanina fyri gjøld frá alivinnuni, og í dag skrivaðu flokkarnir undir semjuna.

Tvørpolitiska skipanin røkkur tvørtur um valskeið.

Tøkugjaldið verður ein stigi, ið byrjar á 0,5 prosentum og endar á 7,5 prosentum, alt eftir altjóða laksaprísinum.. Og serskatturin verður átta prosent av yvirskotinum hjá alifeløgunum.

Flokkarnir eru samdir um, at skipanin skal tryggja landinum eitt rímiligt og rættvíst gjald fyri rættin at ala í Føroyum, og samstundis tryggja vinnuni ein støðugan karm, ið gevur best møguligt grundarlag at leggja virksemið til rættis og tryggja altjóða kappingarførið.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, saman við umboðum hjá samgonguflokkunum og Sambandsflokkinum í vinnunevndini á tíðindafundinum í dag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Skal vera einføld

Skipanin skal ikki stýra atferðini hjá vinnuni. Hon skal vera einføld at umsita, tryggja gjøgnumskygni og leggja upp fyri teimum vansum og avbjóðingum, sum kunnu taka seg upp, siga samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin.

Uppskotið um tøkugjaldið verður lagt fram í vár, og uppskotið um serskatt av yvirskoti í alivinnuni verður lagt fram í heyst.

Lógarbroytingarnar koma í gildi 1. januar.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum og í Degi og Viku.

Les semjuskjalið her.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946