![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/farcargo_vaga_floghavn-2.jpg?itok=f0OnUFHt)
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vága floghavn hevur nú fingið loyvini frá danska ferðslustýrinum, so FarCargo kann fara undir flúgving til og úr Føroyum.
Tað upplýsir Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.
Tí stendur Eysturoy nú aftur á listanum yvir flogfør, sum koma til landið í morgin.
Ferðslustýrið bað um frágreiðing
Flogfarið hjá FarCargo skuldi annars koma tí Vágar mánadagin, men loyvini vóru ikki komin í rættlag tá, og tí kom flogfarið ikki.
Ferðslustýrið bað í síðstu viku Vága floghavn um frágreiðingn eftir at Eysturoy setti seg í Føroyum á fyrst sinnið mánadagin í síðstu viku.
Tá segði Ferðslustýrið, at flogvøllurin ikki hevði neyðugu loyvini til at taka ímóti Boing 757 flogfarinum hjá FarCargo, tí flogfarið hevði eitt størri veingjarbreiði enn tað, sum flogvøllurin var góðkendur til.
Ymsar áskoðanir
Tá svaraði stjórin í Vága floghavn, at tað vóru ymsar áskoðanir, um øll viðurskiftini vóru í lagi ella ikki, tá Eysturoy lendi.
Men loyvini eru nú komin í rættlag. Enn er talan um fyribilsloyvi.
Tað ber ikki til at siga, nær endaliga loyvið kemur, men tað verður skjótt, sigur Regin I. Jakobsen stjóri.