Príshækkingarnar hjá SSL verða ikki útsettar

Príshækkingarnar hjá SSL verða ikki útsettar
Tað eru lítið sannlíkt, at príshækkingarnar, sum Strandfaraskip Landsins hava lýst, verða útsettar ella ikki koma í gildi. Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður.
Jóhan Christiansen
Mynd: Bárður Lydersen  
 
05.04.2025 - 13:01

Tað eru lítið sannlíkt, at príshækkingarnar, sum Strandfaraskip Landsins hava lýst at koma í gildi týsdagin 8. apríl í ár, verða útsettar ella ikki koma í gildi. Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður við samferðslumálum í einari stuttari viðmerking, bara nakrar fáar dagar áðrenn prísbroytingarnar koma í gildi.

Hesar seinastu dagarnar hava fleiri fólk gjørt vart við prísbroytingarnar, serliga, tí at skotbráið var so stutt, nú nýggju prísirnir skulu setast í verk. Orsøkin til prísbroytingarnar er, at Strandfaraskip Landsins hava fingið góðar fimm milliónir krónur minni á fíggjarlógini, og tann peningurin skal so útvegast við hægri prísum. Men hóast landsstýrismaðurin skilir trupulleikan hjá eitt nú ferðavinnuni, so er í løtuni ikki nakað, sum ber á tað borðið, at nýggju prísirnir ikki koma í gildi týsdagin.

 

 

1736214

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805