FMA 2024: "ja/nei - og restin av vikuni" hjá Daniu er ársins útgáva

FMA 2024: "ja/nei - og restin av vikuni" hjá Daniu er ársins útgáva
Dania O. Tausen gjørdi ársins bestu tónleikaútgávu í 2023, tí "ja/nei - og restin av vikuni" hevur vunnið FMA-heiðurin sum "Ársins útgáva"
Dania O. Tausen fegnast um at hava vunnið heiður fyri at hava gjørt ársins útgávu saman við sjeikinum Trygva Danielsen og samstarvsfeløgunum Ragnar Finsson og Benjamin Djurhuus
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.03.2024 - 21:02

Skriftin hevur staðið vegginum: 2023 hevur verið árið hjá Daniu O. Tausen.

Pláta hennara "ja/nei - og restin av vikuni", sum bleiv útgivin við einari stórari útgávukonsert í Norðurlandahúsinum, hevur gingið eina sigursgongd, og sangirnir á plátuni eru tráðspældir í útvarpinum.

"ja/nei - og restin av vikun" fekk eisini toppkarakter, tá hon var ummæld í Kvørnini í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. 

Í kvøld var hetta eisini staðfest á Faroese Music Awards (FMA), tá Dania O. Tausen vann FMA-heiðurslønina fyri at hava gjørt "Ársins útgávu" fyri "ja/nei - og restin av vikuni". 

 

Um ársins útgávu

"ja/nei - og restin av vikuni" er onnur heildarútgávuni hjá 25 ára gomlu tvørlistakvinnuni Daniu O Tausen.

Á plátuni eru 13 sangir á føroyskum máli, sum eru skrivaðir, tiknir upp og framleiddir í tøttum samstarvi við Benjamin Djurhuus og Ragnar Finsson. Dania hevur skrivað flest allar tekstirnar sjálv. 

Sangirnir snúgva seg um gerandishendingar sum arbeiði, at ganga til handils og ferðast, og hvussu hesar vanligu hendingarnar føra okkum út í støður, ið snúgva seg um nógv størri mál í lívinum. 

Plátan er skift sundur í eina ja-síðu og eina nei-síðu, og tá hon eisini ber heitið "restin av vikuni", so er tað fyri at vísa á, at lívið ikki bara er svart og hvítt, ja og nei, men har er eisini nógv grátt, kanska. 

 

Dania átti flestar tilnevningar

Dania O. Tausen átti eisini flestu FMA-tilnevningarnar, tí umframt at vera tilnevnd til at vinna fyri at hava gjørt ársins útgávu, so var sangurin hjá Daniu, "kann eg hava armin soleiðis her", eisini millum sangirnar, sum vóru tilnevndir til ársins sang.

Harumframt var Dania eisini tilnevnd til eina FMA fyri "Ársins myndlistarligi samleika". Dania legði eisini nógv arbeiði í samleikan hjá plátuni. Dania pakkaði millum annað allar fløgurnar inn við hond, og so gjørdi hon eisini ein tónleikastuttfilm í sambandi við útgávuna. 

 

FMA-vinnarar

12 heiðurslønir vera latnar til ársins FMA. Higartil eru 11 heiðurslønir latnar.

 

Ársins klassiski heiður: Kristina Thede Johansen 

Ársins spíri: SUPERVISJÓN

Ársins tónasmiður: Tróndur Bogason

Ársins tónleikari: Per Ingvaldur Højgaard Petersen

Ársins myndlistarligi samleiki: Brimheim

Ársins sangur: "Literally Everything" - Brimheim

Ársins tekstur: "Rúm" - Hans Jákup Kollslíð (Marius Ziska)

Ársins útflutningsheiður: Plátufelagið Tutl

Ársins átak: Summartónar Festivalurin

Ársins serútgáva: "...eftir" - Klingra

Ársins útgáva: "ja/nei - og restin av vikuni"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981