FMA 2024: Per I. er ársins tónleikari, og Brimheim eigur ársins samleika

FMA 2024: Per I. er ársins tónleikari, og Brimheim eigur ársins samleika
Per Ingvaldur Højgaard Petersen fekk virðislønina sum ársins tónleikari, og Brimheim fekk virðislønina fyri ársins myndlistarliga samleika.
Pressumyndir til "Literally Everything" hjá Brimheim.
Mynd: BRIMHEIM  
 
09.03.2024 - 20:13

Per Ingvaldur Højgaard Petersen fekk virðislønina fyri ársins tónleikara. Og tað er kanska heldur ikki so løgið, tá hugt verður eftir tí langa listanum av tónleikaframførslum, útgávum og sangum, sum hann hevur sett sín dám á. 

Eitt nú hevur Per Ingvaldur verið á pallinum við Eivør, Byrta, Anniku Hoydal, Leu Kampmann, Elingborg, Klingra, EMP, Yggdrasil, Einangran, Tjant og Guðrun & Bartal. 

Tað var ein stuttmæltur Per Ingvaldur, sum takkaði fyri heiðurin, tá hann tók ímóti heiðrinum í Norðurlandahúsinum. 

 

Brimheim besta samleikan

Brimheim er eitt av heitastu nøvnunum á føroyska og útlendska tónleikapallinum í løtuni. Í danska útvarpinum verða eisini stakløgini "Literally Everything"  og "Brand New Woman" spæld í heilum. Og fyri pressumyndir, heildarkonsept og sjónband til júst hesini løgini, hevur dómsnevndin valt at lata heiðurslønina fyri myndlistarliga samleikan til Brimheim. 

 

 

Sambært dómsnevndini hevur Brimheim eitt greitt konsept, har man so at siga hoyrir tónleikin, tá man sær myndirnar. Ein ófiltrerað fagnan av tí ljóta, og ein konseptuellur suppumoli, var sagt.

Hóast 2023 var eitt ár við nógvum góðum visuellum konseptum, metti dómsnevndin kortini, at tað ikki bar til at koma uttan um Brimheim, og hvussu gjøgnumførdur hennara visuelli samleiki er.

 

FMA-vinnarar

12 heiðurslønir vera latnar til ársins FMA. Higartil eru fimm virðislønir latnar.

 

Ársins klassiski heiður: Kristina Thede Johansen 

Ársins spíri: SUPERVISJÓN

Ársins tónasmiður: Tróndur Bogason

Ársins tónleikari: Per Ingvaldur Højgaard Petersen

Ársins myndlistarligi samleiki: Brimheim

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130