- Tíðindi, mentan og ítróttur
FMA 2024: Hanus G. heiðraður við ársins tónleikaheiðri
Hanus G. Johansen hevur í slaka hálva øld rúnarbundið føroyingar við sínum hugfangandi løgum og djúpu rødd.
Í kvøld var Hanus G. stórliga fagnaður til ársins Faroese Music Awards, tá hann fekk handað ársins tónleikaheiður
Heiðurin fekk hann fyri í drúgt áramál hevur hann ríkað okkum føroyingar við sínari eyðkendu sangrødd og hugtakandi løgum og tulkingum av dygdargóðum skaldskapi, ið fevnir víða í dýpd, kæti og fynd.
Fyrsti gøtumusikantur í Føroyum
Hanus er føddur í 1950 og uppvaksin í Klaksvík.
Longu í ungdómsárum gekk hann egnar leiðir og var helst fyrsti gøtumusikantur í Føroyum.
Í 1970 fer hann til Danmarkar á tónleikaháskúla í Jyllandi. Har hevur hann sína fyrstu framførslu sum einstaklingur.
Dirty Rag Rags og Frændur
Heimfluttur í 1972, er stórur Beatfestivalur í Klaksvík. Tá sæst hann í bólkinum Dirty Rag Rags. Hanus er eisini einsamallur á palli við meira vísukendum sangum á somu konsert hetta árið.
Í 80-unum síggja vit hann sum part í stóra Frændur-kollektivinum, og í kvøðuljómunum hoyrist hann syngja um ommuna Ludvík, og brátt duga bæði stór og smá henda barnasangin uttanat.
Hanus er nú av álvara farin at smíða løg og at lesa føroyskar yrkingar at seta løg til. Hann finnur íblástur í tekstum hjá eitt nú Hans Jacob Glerfoss og Tummas Napoleon Djurhuus.
Á savnsplátuni Ung 85 renna vit okkum aftur í Hanus. Tá framførir hann við egnum lagi yrkingina "Átjan" hjá Tongla Tummasi.
Hanus G. og Pól F. funnu tónan
So ein dagin gongur Hanus seg av tilvild fram á Pól F. Nornan hevur spunnið lagnutráðin. Í Poul F. finnur Hanus sín andsfrænda. Okkara fyrsti samfelagsatfinnari, sum djarvur og bersøgin skifti ímillum tað bondska og inniliga í sínum yrkingum, átti tann klangbotnin, sum trubadururin kendi seg aftur í.
Djúpa røddin er ramlig og rúmlig og tulkar líka væl kærleikans sum spottarans kvæði.
Hanus er nógv umbiðin trubadurur hesi árini, men tað er ikki fyrr enn í 1988, at frumútgávan - hin nú nærum sagnarkenda "Gaman og Álvara", kemur út. Útgávan er so sterk og mergjað, at hin skrámuti og síðhærdi klaksvíkingurin tekur seg næstan út sum ein reinkarnasjón av Hargaskaldinum úr Sumba.
Kraftmikla sybiosan
Hanus kastaði seinni saman við klassiska tónleikabólkinum Aldubáran, men í øllum hevur Pól F. verið trúgvi fylgisneytin síðani 1988, útgávurnar "Hørpuspælarin" og "Á fold eru túsund gudar", eru dømi um hesa kraftmiklu symbiosu, ið toyggir seg yvir mørk, ið spenna frá lívsins foldarmeldri yvir í ævinleikans útstrendur.
Í drúgt áramál hevur hann ríkað okkum føroyingar við sínari eyðkendu sangrødd og hugtakandi løgum og tulkingum av dygdargóðum skaldskapi, ið fevnir víða í dýpd, kæti og fynd.
Fyri henda ríka førning, ið okkum er latin, verður ársins tónleikaheiður 2024 latin Hanusi G. Johansen.