Kvinnupanelið fagnaði kvinnuligum tónlistafólkum

Kvinnupanelið fagnaði kvinnuligum tónlistafólkum
Plátupanelið hjá Kringvarpi Føroya kom Altjóða kvinnudagin í forkeypið seinasta leygardag, tá kvinnupanelið fagnaði tónlistakvinnum nú Altjóða kvinnudagurin skuldi vera í dag
Fremst frá vinstru: Dania O. Tausen, Sunneva Háberg Eysturstein og Guðrið Hansdóttir. Aftast Eivør Pállsdóttir
Mynd: Dania O. Tausen  
 
08.03.2024 - 15:00

Altjóða kvinnudagur er í dag, og tað hevur verið feirað alla vikuna við árliga Femifagnaðinum

Nógv spennandi tiltøk hava verið á skránni, og nógv spennandi tiltøk eru sanniliga eisini á skránni í dag. 

Men fagnaðurin av kvinnunum bleiv í roynd og veru skotin í gongd í sendingini Plátupanelinum seinasta leygardag. 

Tá mannaðu - ella kvinnaðu - Eivør Pálsdóttir, Guðrið Hansdóttir og Sunneva Háberg Eysturstein árliga kvinnupanelið í sambandi við árliga kvinnudagin. Dania O. Tausen var vertur. 

Tær fýra valdu tónleik hjá kvinnunum, sum á ymiskan hátt hava veitt teimum íblástur ella hava skarðað framúr. 

Hvat: Kvinnupanelið í Plátupanelinum
Nær: Leygardagin 2. mars
Hvar: á KVF Ljóð

 

1658723

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342