- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjørnuvíkartunnil: Ætla at skjóta fyrsta skotið í hesum árinum
Tjørnuvíkartunnil: Ætla at skjóta fyrsta skotið í hesum árinum
Nógv fólk var á borgarafundinum í Tjørnuvík í gjárkvøldið
07.03.2024 - 11:10
Stórur áhugi er fyri nýggju tunnilsfarleiðini til Tjørnuvíkar.
Tað sást aftur í gjárkvøldið, tá ið Landsverk og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið skipaðu fyri borgarafundi í Tjørnuvík.
Landsverk hevur síðani í fjørsummar arbeitt við at fyrireika arbeiðið.
Gongst sum ætlað, verður fyrsta skotið í tjørnuvíkarbergholinum latið av í hesum árinum. (Mynd: Landsverk)
Játtan er eisini sett av í ár, soleiðis at farast kann undir fyrireikingarnar til, at fyrsta skotið verður latið av fyri ársskiftið.
Jens Jensen, sum býr í Tjørnuvík, var millum teirra, sum vóru á borgarafundinum í gjárkvøldið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
07032024_Jens_Jensen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV