FMA 2024 verður serstakt og øðrvísi

FMA 2024 verður serstakt og øðrvísi
Leygarkvøldið skulu FMA-heiðurslønirnar handast í Norðurlandahúsinum. Kvøldið verður øðrvísi, tí flestu framførslurnar eru serstøk samstørv millum ymisk tónlistanøvn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.03.2024 - 12:49

Annika Hoydal fer at framføra við einum stórum kóri, sum er samansett av fleiri av teimum, sum eru í uppskot til eina FMA-virðisløn.

Aldubáran, ið vanliga spælir nútímans klassiskan tónleik, fer at framføra eitt verk saman við elektronisku duo'ini SUPERVISJÓN. 

Og punkbólkurin 200, sum gav út plátuna "Reyvheart" í fjør, fer at framføra saman við kórdamum og tveimum loyniligum gestum. 

Leygarkvøldið er FMA 2024 í Norðurlandahúsinum, og tað verður sermerkt og øðrvísi, enn vit hava sæð áður. 

 

 

13 FMA-heiðurslønir handast

Umframt, at kvøldið er ein fagnaður av tónleikaárinum 2023, og 13 FMA-heiðurslønir skulu handast, er kvøldið eisini á tremur við spennandi framførslum frá nøkrum teirra, ið hava myndað tónleikaárið 2023 her á landi. 

Aggrasoppar, sum vann Sement 2023 og er í uppskoti fyri "Ársins útgávu", fara at framføra.

Nú er eisini avdúkað, at ein av tónleikagestunum er Teitur, sum fer at hava eina heilt serliga framførslu. 

Harumframt koma Annika Hoydal, 200, Aldubáran & Supervisjón og onnur. 

Og tá ið sjónvarpstólini hjá Kringvarpi Føroya eru sløkt, spæla Aggrasoppar víðari í salinum fyri áhoyrarunum, ið eru komnir í Norðurlandahúsið at lurta.  

 

Øll eru vælkomin

Tað eru Tónleikasamband Føroya, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya sum í felag skipa fyri FMA.

Um tit vilja uppliva alt tað villa, sum er fyrireikað til FMA 2024, so eru tit noydd at vera í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 9. mars.

Atgongumerki kunnu keypast inni á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. 

Tiltakið verður í Stórhøllini, og talan er um ónummererað standipláss við høg kaféborð, men stólar eru tøkir til tey, ið av ymsum ávum hava brúk fyri at sita. 

Gevið gætur, at tiltakið verður filmað. Sjónvarpið sendir eisini frá kvøldinum, tó at sendingin er seinkað ein hálvan tíma.

Tiltakið byrjar kl. 19, men sjónvarpið byrjar at senda kl. 19.30.

 

Hvat: Faroese Music Awards 2024
Hvar: Norðurlandahúsið (og í sjónvarpinum frá kl. 19.30)
Nær: Leygarkvøldið kl. 19

 

 

Tey tilnevnd til FMA eru:

 

Ársins útgáva

"ja/nei - og restin av vikuni" - Dania O. Tausen

 

“Rúm" - Marius Ziska

 

"Tøgn" - Jógvan

 

"Vendir vindar" - Einangran

 

"Døgurðaslang" - Aggrasoppar

 

Ársins lag

 

Ársins serútgáva

 

Ársins spíri

  • Katari
  • jazzygold
  • SUPERVISJÓN
  • Andrias Blaasvær
  • Adrenaline

 

Ársins klassiski prísur

  • Tróndur Bogason - "The Distance Between Us" (útgáva)
  • Kristina Thede Johansen - "SANSA Føroyar” (debut konsert)
  • Eli Tausen á Lava - "Ein Tónleikalig Vangamynd" (konsert)
  • Sámal Jákup Jakobsen - "Heimasvitan" (útgáva)
  • Anna Katrin Ø. Egilstrøð - "From Harbour To Harbour" (konsert)

 

Ársins tónasmiður

  • Tróndur Bogason
    Komponerað og framleitt: "The Distance Between Us" - Aldubáran 
    Komponerað og arrangerað: "Pigen med Brødet" - Kristina Thede Johansen (SANSA Føroyar)
    Arrangerað: "Going Home", "Í Aldingarðinum", "Silvurlín", "Til Kærleikan" og "Villingarsjónin" - Marius Ziska (til Føroya Symfoniorkestur)
    Framleitt: "Tøgn" - Jógvan
    Komponerað og arrangerað: "Symfoni nr. 1&2" (til Føroya Symfoniorkestur)
     
  • Eyðfinn B. Lamhauge
    Skrivað og framleitt: "døgurðaslang" - AGGRASOPPAR
    Skrivað: "Buksurnar á" - Tórshavnar Big Band
     
  • Mikael Blak
    Framleitt: "…eftir - Klingra"
    Komponerað og framleitt: "Reyvheart" - 200
    Framleitt og komponerað: "RÚM" - Marius Ziska
    Framleitt: "Ha-Ha Oyggin" - Ha-Ha Oyggin
     
  • Janus Rasmussen
    Framleitt: "Vendir vindar" - Einangran
    Komponerað og framleitt: "Wirbel" - David Burgmüller, Janus Rasmussen
    Benjamin Djurhuus
    Komponerað og framleitt: "ja/nei – og restin av vikuni" - Dania O. Tausen
    Framleitt: "Farin" - Jónas Gaard (feat. Sigrið)
    Framleitt: "I Built You A Theatre" -  Fróði Bjarnason
    Framleitt: "Green, Yellow and Red (Can't Figure You Out)" - Tormóður

 

Ársins tónleikari

  • Jan Rúni Poulsen
    Útgávur: "Leysir endar" - Annika Hoydal, "Rúm" - Marius Ziska, "Tøgn" - Jógvan.
    Live við Høgna, Elinborg, Konsørn, Son of Fortune, Marius Ziska, Føroya Symfoni Orkestri, Torshavnar Big Band.
     
  • Sigrið F. Hansen
    Útgávur: "Farin" - Jónas Gaard (feat. Sigrið)
    Live við Føroya Symfoniorkestri, Kalas, Jónasi Gaard, Mariu Ronnisdóttir á Heygum
     
  • Per Ingvaldur Højgaard Petersen
    Útgávur: Hjartasláttur - Knút, Heiðrik sings the Björk songbook - Heiðrik, Garðar - Maria Ljósá, leyst loft - Katari, Kom við mær - Bollarnir, Rúm - Marius Ziska.
    Live við Eivør, Byrta, Annika Hoydal, Lea Kampmann, Elinborg, Klingra, EMP, Yggdrasil, Einangran, Tjant, Guðrun & Bartal.
     
  • Benjamin Djurhuus
    Útgávur: “ja/nei – og restin av vikuni” - Dania O. Tausen, Farin - Jónas Gaard (feat. Sigrið), I Built You A Theatre -  Fróði Bjarnason, Green, Yellow and Red - Tormóður
    Live við Piparsterti, Dania O. Tausen
     
  • Ólavur Gaard
    Útgavur: Tórshavnar Big Band: "GULL - 50 ára fagnaðarútgava", Martin Joensen - "Veruliga Tú", myk:tind - Flyktig.
    Live við Aggrasoppum, Kristinu Thede Johansen: Sansa Føroyar, GØ, Marionnu Winter, Frum, Jónasi Gaard, Norðurglóð. 

 

Ársins myndlistarligi samleiki

  • Brimheim - fyri heildarkonsept, sjónband og pressumyndir til sangirnar "Literally Everything" og "Brand New Woman"
  • Dania O. Tausen - fyri útgávukonsert, tónleikastuttfilm, plátuhúsa og heildarkonsept við plátuni “ja/nei – og restin av vikuni”
  • Einangran - fyri sjónband og konsertkonsept við plátuni "Vendir vindar"
  • Klingra - fyri heildarkonseptið "Føroyingahavnin" við plátuni "...eftir"
  • Kóboykex - fyri gjøgnumgangandi sosialir miðlar og sjónbandalagið "Padam Padam"+

 

FMA-heiðurslønir uttan tilnevning

  • Ársins átak
  • Ársins útflugningsheiðursløn
  • Ársins FMA
  • Ársins tekstur
  • Heiðursprísurin
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749