Bildt: Navalnyj hevði verið á lívi, um Putin ikki var

Bildt: Navalnyj hevði verið á lívi, um Putin ikki var
Fyrrverandi svenski uttanríkis- og forsætisráðharrin heldur, at ótti er komin á Kreml upp undir forsetavalið
Carl Bildt sigur, at Navalnyj var ein dugnaligur og djarvur politikkari. (Savnsmynd)
 
21.02.2024 - 09:04

- Vit fáa ongantíð at vita smálutirnar, men vit vita við vissu, at Navalnyj hevði verið á lívi í dag, um tað ikki var fyri Putin og Kreml. 

Tað sigur fyrrverandi svenski uttanríkis- og forsætisráðharrin, Carl Bildt, í samrøðu við svenska kringvarpið.

 

Aleksej Navalnyj doyði í einum fongsli í Sibiria. (Savnsmynd)

 

- Hann var dugnaligur og djarvur politikari, og hevði nógva orku, sigur Bildt um russiska andstøðupolitikaran, Aleksej Navalnyj, sum hann hevur hitt nakrar ferðir.

- Navalnyj var av dugnaligastu politikarum í Russlandi. Men Putin ræddist hann, sigur Bildt, sum er ráðgevi í felagsskapinum hjá Aleksej Navalny, The Anti Corruption Foundation.

- Tað, sum er hent seinastu vikurnar, kann geva ábending um, at ótti er komin á Kreml undan forsetavalinum, sigur Carl Bildt:

 

21022024_Carl_Bildt

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946