Grundfos selir virksemið í Russlandi

Grundfos selir virksemið í Russlandi
Framleiðslufelagið hjá Grundfos í Russlandi verður selt lokalu leiðsluni í felagnum
Kríggið í Ukraina er atvoldin til, at Grundfos gevst við sínum virksemi í Russlandi. (Savnsmynd)
 
20.02.2024 - 10:38

Tað hevur drigið út, men nú hava russisku myndugleikarnir góðkent, at stóra danska fyritøkan Grundfos selir alt sítt virksemi í Russlandi.

Tað var á sumri 2022, at Grundfos kunngjørdi, at fyritøkan fór at taka seg heilt úr Russlandi eftir at hava steðgað á við virkseminum, tá ið Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri tveimum árum síðani.

Framleiðslufelagið hjá Grundfos í Russlandi verður selt lokalu leiðsluni í felagnum. 

 

Staturin yvirtók Carlsberg

Tað sær sostatt út til, at tað hevur gingið betur hjá Grundfos at sleppa sær av við virksemið í Russlandi enn hjá fleiri øðrum fyritøkum, sum hava roynt tað sama, men eru komnar illa fyri.

Eitt nú Carlsberg, sum noyddist at veittra farvæl til bryggjaríini hjá sær í Russlandi, eftir at russiski staturin uttan víðari yvirtók ræðisrættin á bryggjaríunum.

Sambært danska Ekstrablaðnum hevur Carlsberg ongar vónir um nakrantíð at fáa bryggjaríini í Russlandi aftur frá russiska statinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946