Halda fram við samrøðum um vápnahvíld í Gasa

Halda fram við samrøðum um vápnahvíld í Gasa
Egyptaland, Katar og USA hava roynt at fingið longri vápnahvíld í lag í Gasageiranum
Ísraelskir stríðsvognar á markinum millum Ísrael og Gasa. Royndirnar at fáa vápnahvíld í lag halda fram.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.02.2024 - 14:02

Umboð fyri USA, Ísrael, Katar og Egyptaland eru samd um at halda fram við samrøðunum um møguliga vápnahvíld í Gasageiranum í tríggjar dagar.

Tað siga keldur við blaðið Times of Israel og New York Times.

Samrøðurnar, sum hava verið í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo, halda sostatt fram á lægri dipomatiskum stigi, sigur eitt ónevnt egyptiskt embætisfólk við New York Times.

Ísraelska sendinevndin, sum stjórin fyri fregnartænastuna Mossad, David Barnea, er formaður fyri, er á veg heimaftur úr Kairo, skrivar ísraelska blaðið, sum endurgevur eitt embætisfólk í umsitingini hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu.

Barnea var á fundi saman við leiðaranum fyri trygdartænastuna Shin Bet, Ronen Bar, forsætisráðharranum í Katar, Mohammed bin Abdelrahman al-Thani, og stjóranum fyri CIA , William Burns, í Kairo mánadagin.

 

Gísla- og fangaumbýti

Egyptaland, Katar og USA hava roynt at fingið longri vápnahvíld í lag í Gasageiranum.

Sum partur av avtaluni skjóta londini upp, at gíslarnir og krígsfangarnir, sum framvegis eru í Gasageiranum, verður býttir um við palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.

Keldur í Hamas siga við DPA-tíðindastovuna, at eingi umboð fyri Hamas hava verið í Kairo, og tí væntar Hamas at fáa kunning um samrøðurnar.

 

Vilja hava Ísrael at sleppa ætlan um álop

Samstundis sum samrøður hava verið í egyptiska høvuðsstaðnum, heita alsamt fleiri á Ísrael um ikki at fremja ætlaða álopið sunnast í Gasageiranum.

Meira enn ein millión fólk, sum eru flýdd undan krígnum, halda til í økinum, m.a. í Rafah.

Í Rafah, har umleið 300.000 fólk búðu fyri kríggið, er nú sera trongligt við heimleysum, sum ongastaðni hava at fara í krígsherjaða økinum. 

Tey búgva í tjøldum og royna at klára seg.

Týsnáttina skutu ísraelskir stríðsvognar inn í eystara part av Rafah, og tað loypti ræðslu á fólk, siga íbúgvar í býunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155